Atlantic Supply Base størsta sáttmála nakrantíð

Gongst sum ætlað, fer Eni undir at bora Anne Marie brunnin á vári næsta ár. Í hesum sambandi hevur italska olju­felagið gjørt sáttmála við Atlantic Supply Base í Runavík um allan flutning av útbúnaði til og frá borileiðini

Flutningsfelagið Atlantic Supply Base í Runavík hev­ur gjørt eitt ordans hál í sam­band við Anne Marie oljuboringina hjá italska felagnum Eni, sum eftir ætl­an verður sett í gongd tíð­liga á vári næsta ár. Atlantic Supply Base hevur nevni­liga gjørt sáttmála við olju­felagið um allan flutning av útbúnaði til og frá bori­leið­ini, sum er í landsynn­ings­horninum av føroyska land­grunninum, tað sum plagdi at verða rópt »Gullhornið«.

Í undanfarnum boringum hevur tað verið soleiðis, at Atlantic Supply Base hevur staðið fyri einum parti av hesari tænastu, meðan Skipafelagið Føroya hevur staðið fyri einum parti. Men nú hevur Atlantic Supply Base sum sagt gjørt sáttmála um alla hesa upp­gávuna í sambandi við hesa boringina næsta ár. So fe­­lagið fær uttan iva úr at gera.

- Vit vóna sjálvandi at fáa nóg mikið at gera, tó vænta vit ikki, at henda boringin verður so drúgv sum boring­in seinasta vetur (William boringin hjá BP, blaðm.), sum jú dró nógv út orsakað av ringa vetrarveðrinum, sig­ur Eli Lassen, stjóri í At­lantic Supply Base.

Boringin kemur væntandi at taka einar 60 dagar, og um alt gongur eftir vild so kemur boririggurin West Phoenix í økið longu í apríl mánaði. Tó er ov tíðliga at siga enn, um alt gongur eftir bókini, og tí mugu fyri­varni takast fyri møguligum seinkingum, vísir Eli Lass­en á.

Úr 2 upp í 15 fólk

Eli Lassen dylur ikki fyri, at talan er um ein stóran ordra í teirra høpi, men kann av góðum grundum ikki siga, hvussu nógvan pen­ing talan er um. Men sum skilst fær flutnings­felagið eina ásetta upphædd fyri hvønn dag, arbeiðið varir. At felagið einsamalt hevur fingið slíkan ordra ger tað neyðugt at seta nógv nýggj fólk í starv.

- Okkum kemur at tørva einar 15 mans tilsamans, so tað er ein stórur vøkstur í virkseminum fyri okkara við­komandi, sigur Eli Lass­en og vísir á, at felagið fyrr bert hevur havt 2 mans í starvi.

Atlantic Supply Base, hvørs eigari eru 19 ymsar føroyskar fyritøkur, hevur ikki annað virksemi um hendi enn at veita flutning í samband við frálandavinnu. Eli Lassen sigur, at tað ikki er óhugsandi, at felagið fer at kasta seg út yvir aðrar vinnumøguleikar í fram­tíð­ini, men at fyrilit mugu tak­ast fyri áhugamálunum hjá eigarunum.

- Tað hevur týdning at tæna áhugamálunum hjá eig­arunum og ikki traðka nakað av teimum 19 feløg­unum yvir tærnar, heldur Eli Lassen fyri.

Tað kann ganga langt ímillum oljuboringar í før­oyskum øki, so tað kemur ikki at vera nóg mikið av arbeiði árið runt hjá einum felag sum Atlantic Supply Base, og hetta er orsøkin til, at Eli Lassen hevur følar­an úti eftir alternativum vinnumøguleikum.