Atli við modelli av Steintór

Nú vit hava gjørt nakað burtur úr hvalbiartrolarunum, Niels Paula og Steintóri, sum fara at partrola eftir upsa, hildu vit, at henda lítla søgan kann takast við í samanhangin

SØGA

Tá Sosialurin í morgun tosaði við Jákup Paula Hammer, skipara á Steintóri, kom prátið inn á Langstein skipasmiðjuna í Noregi, sum hevur smíðað nógv skip til Føroya, eitt nú báðar hvalbiartrolararnar, Niels Paula og Steintór.
Nógv onnur føroysk skip eru eisini smíðað á hesi skipasmiðju, sum kanska hevur smíðað nakrar kilometrar av skipum til Føroya tilsamans.
Meðan vit prátaðu um Steintór, nevndi undirritaði, at eg var við í Noregi, tá uppisjóvarskipið, Finnur Fríði, varð navngivin á somu skipasmiðju.
Knappliga sigur Jákup Pauli Hammer, at júst tá fekk Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður og stjóri í Realinum gjøgnum mong ár, handað eitt modell av Steintóri.
- Eg havi skilt, at hetta var ein privat gáva til Atla, men at modellið stendur á Realinum, segði skiparin.
Undirritaði var eisini við í Noregi, tá Finnur Fríði varð navngivin, og tá Jákup Pauli Hammer nevndi Atla P. Dam og modellið av Steintóri, kom mær til hugs, at eg júst hevði tikið eina mynd av Atla saman við modellinum, tá hátíðarløta var í Noregi eftir, at Finnur Fríði var navngivin.
Og her er so myndin, Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður og stjóri í Realinum í mong ár, við modellinum av Steintóri.