Um eina løtu verður vinnarin av friðarheiðursløn Nobels kunngjørdur. 376 uppskot eru komin inn til Nobelnevndina, 228 persónar og 148 felagsskapir.
Sjálvandi eru tó nøkur, sum eru meiri sannlík enn onnur at vinna.
Edward Snowden
Aftur í ár er Edward Snowden millum favorittarnar. Hann gjørdist heimskendur í 2013, tá hann útflýggjaði hópin av loyniligum skjølum, sum vístu, hvussu USA hevur avlurtað altjóða tele- og dátutrafikk. Edward Snowden flýddi til Russlands. USA hevur ákært hann fyri njósning og ynskir hann útflýggjaðan.
Saman við Edward Snowden er Kathryn Bolkovac nevnd. Kathryn Bolkovac arbeiddi í friðarvarðveitandi herdeildunum hjá ST í Bosnia. Tá avdúkaði hon, at ST-starvsfólk tóku lut í valdsgerðum og menniskjahandli. Hon hevur síðani hildið áfram at vísa á trupulleikarnar at nýta privat herlið í statligum og altjóða átøkum.
Atomavtalan við Iran
Í 2016 varð atomavtalan við Iran sett í gildi. Ernest Moniz og Ali Akbar, sum leiddu samráðingarnar, eru tilnevndir fyri sín leiklut.
Svetlana Gannusjkina
Russiski mannarættindaaktivisturin, Svetlana Gannusjkina, verður eisini nevnd sum ein møguligur vinnari.
Gannusjkina hevur arbeitt við tilflytarum og flóttafólkum og teirra rættindum í Russlandi. Hon hevur í mong ár talað fyri rættvísi og javnrættindum fyri aðrar bólkar. Hon er eisini ofta tilnevnd fyrr. Ein friðarheiðursløn til Gannusjkina fer eisini at verða tulkaður sum ein áheitan á Vladimir Putin um at taka mannarættindi í størri álvara.
Japanski Grein 9 felagsskapurin
Grein níggju í japansku grundlógini er eitt eindømi í heimssøguni. Hetta er greinin sum sigur, at Japan ikki hevur rætt at fara í kríggj. Greinin kom í grundlógina eftir annan heimsbardaga.
Seinastu tíðina hevur japanska stjórnin nýtulka greinina fyri at geva sær størri rætt til hernaðarligar atsóknir, men hetta fær stóra mótstøðu, serliga uttan fyri Japan.
Grein 9 felagsskapurin arbeiðir fyri at varðveita greinina og upprunaligu tulkingina í lógini. Ein friðarheiðursløn til felagsskapin vil vera eitt greitt tekin til Japan frá heimssamfelagnum.
Friðaravtalan í Kolumbia
Forsetin í Kolumbia, Juan Manuel Santos, og FARC-leiðarin, Timoléon Jiménez vóru millum favorittarnar eftir at teir undirskrivaðu eina friðaravtalu í septembur. Eingin hevði tó roknað við, at kolumbianska fólkið fór at havna avtaluni á fólkaatkvøðuni sunnudagin. Óvíst er tí, hvussu nobelnevndin sær upp á málið. Ilt er at heiðra eini friðartilgongd, sum er havnað, men hinvegin vilja onnur vera við, at tað nú er týdningarmiklari enn nakrantíð at eggja til víðari samráðingar millum kolumbiansku stjórnina og FARC-geriljuna.
Onnur tilnevnd
Frans, pávi, er í uppskoti, fyri sítt arbeiði við at reformera katólsku kirkjuna.
Kongolesiski læknin, Denis Mukwege, er eisini ofta nevndur fyrr, fyri sítt arbeiði millum kvinnur í Kongo.
Í ár er París-avtalan, har heimsins lond hava bundið seg at minka um kolvetnisútlátið.
Hvítu hjálmarnir, frívilligi hjálparfelagsskapurin í Sýria, hevur fingið nógv uppmerksemi seinastu tíðina.