Átta føroysk mál í heimasigri hjá Team Sydhavsøerne

Góður seinni hálvleikur tryggjaði Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum fyrsta sigurin hetta kappingarárið

Seinnapartin leiktu landsliðsleikararnir, Pætur Mikkjalsson og Pauli Mittún og liðfelagar teirra í Team Sydhavsøerne fyrsta heimadystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Í Lollands Bank Arena eydnaðist tað Team Sydhavsøerne at vinna 37-30 á Lemvig-Thyborøn. Útiliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og vóru suðuroyggjamenn bert á odda 18-17 í steðginum.

 

Talan var um fyrsta sigurin hjá Team Sydhavsøerne hetta kappingarárið. Teir hava tvey stig fyri tveir dystir. 

 

Pætur var saman við Dines Kjeldgaard og Mathias Nikolajsen toppskjútti hjá suðuroyggjamonnum. Teir tríggir skutu seks mál hvør. Pauli var noteraður fyri tvey mál í dag.

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Rækker Mølle.