Natasja Hammer og liðfelagarnir taptu fyrsta dystin

Stjarnan mátti lúta á útivølli

Mynd: Stjarnan

Landsliðsleikarin, Natasja Hammer roynir seg aftur í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Hesaferð spælir hon við Stjørnuni í Garðabær.

 

Árini 2021 til 2023 spældi Natasja við Haukum í bestu íslendsku deildini.

 

Stjarnan spældi í dag fyrsta dystin hetta kappingarárið. Dysturin var á útivølli á Akureyri móti KA/Þór.

 

KA/Þór vann dystin 24-22. Í steðginum var KA/Þór frammanfyri 13-9.

 

Natasja skoraði trý mál upp á seks málroyndir. Brynja Katrín Benediktsdóttir var toppskjútti hjá Stjörnuni við fimm málum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Stjarnan heimadyst móti ÍR.

 

 

 

 

 

Mynd: Stjarnan