Tað er niðurstøðan hjá portugisisku vanlukkukanningarnevndini (GPIAAF), sum kannar vanlukkuna, í eini fyribils niðurstøðu.
Umrøddi kaðalin varð kannaður sama morgun sum vanlukkan hendi, boðar myndugleikin frá.
Væntandi verður ein nágreiniligari frágreiðing klár um áleið 45 dagar.
11 av teimum 16 fólkunum, sum lótu lív í vanlukkuni, vóru útlendingar. Teirra millum vóru tríggir bretar, tveir kanadiarar og tveir suðurkoreanari.
Vanlukkan hendi mikudagin klokkan 18:05, tá ein av teimum báðum gulu bilunum á kaðalbreytini knappliga koppaði í eini brattari brekku.
Umframt tey 16 deyðu, fingu 21 fólk skaða.
Ritzau/AFP