Átta frystilínuskip í íslendskum sjógvi

- Veðrið verður brúkiligt, og tí vænta vit, at tað verður nakað av útróðri í næstu viku, siga tey á Fiskamarknað Føroya

Átta frystilínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og trý fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Ísfiskalínuskipið er nýliga byrjað túr norðanfyri. Teir fáa tosk og hýsu og koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður brúkiligt, og tí vænta vit, at tað verður nakað av útróðri í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap í løtuni.