Ætla at seta nýggjar stórar myllur upp í Húsahaga

Vindfelagið í Húsahaga ætlar at seta fýra nýggjar og størri vindmyllur upp ístaðin fyri tær 13, sum einki framleiða

Eingin framleiðsla hevur verið av streymi í Húsahaga í longri tíð. Orsøkin er, at tær 13 vindmyllurnar hjá Vindfelagnum hjá SEV standa stillar. Tær klára ikki føroyska veðurlagið. Tí verður umhugsað at taka tær niður og seta fýra stórar vindmyllur upp í staðin, sigur Bogi Bech Jensen, nevndarformaður í Vindfelagnum í Húsahaga, við Kringvarpið.

Tað fer tað at kosta 130 milliónir krónur.

Sambært ársroknskapinum er óvissa um framhaldandi rakstur hjá felagnum, hvørs eginogn er negativ við 29,4 milliónum krónum, samstundis sum skuldin er 30,7 milliónir krónur.

Felagið hevur kortini gjaldførið, sum SEV hevur tryggjað felagnum, meðan arbeitt verður við eini varandi loysn.