Áttandi sigurin á rað hjá Víkingi Reykjavík

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir halda fast í oddasessinum

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á útivølli vunnu 3-1 á Stjörnuni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Talan var um áttanda sigurin á rað hjá Víkingi, ið er fremst í deildini við 25 stigum av 27 møguligum. Víkingur leikti javnt móti Breiðablik í fyrsta umfarinum, men hevur síðani tá ikki verið til at steðga.

 

Gylfi Þór Sigurðsson og Óskar Borgþórsson syrgdu fyri, at Víkingur var á odda 2-0 í steðginum. Stjarnan fekk spenning í dystin aftur tíðliga í seinna hálvleiki, men Valdimar Þór Ingimundarson svaraði aftur fyri útiliðið.

 

KR er næstfremst við 22 stigum, og Fram er nummar trý við 17 stigum.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur Reykjavík dyst á útivølli móti Vali.