Spælið, sum eitur 007 First Light, verður alment útgivið mikudagin til PC, PlayStation 5 og Xbox eftir sjey ára menning.
Bretska miðilin The Guardian gevur spælinum fimm av fimm stjørnum og skrivar, at eingin áður hevur gjørt Bond-spøl betur.
Eisini amerikansk-kanadiski miðilin Vice gevur spælinum toppkarakter og rósar serliga mekanikkunum og søguni í spælinum.
Spælið fylgir unga James Bond, tá hann byrjar sum njósnari hjá bretsku fregnartænastuni MI6.
Sambært Ritzau hevur tað kostað umleið 1,3 milliardir krónur at menna spælið.
Bretska blaðið The Independent gevur eisini spælinum góð skoðsmál, hóast blaðið nevnir smærri trupulleikar við grafikki og pixleraðum teksturum í summum senum.
Í Danmark hevur Gamereactor eisini ummælt spælið jaliga og skrivar, at tað er “alt tað, eg yvirhøvur tordi at vóna”.
007 First Light er fyrsta James Bond-spælið síðani 007 Legends, sum kom út í 2012 og fekk sera vánalig ummæli.











