Tvey føroysk pør: Rigmor og Jens Mortan Rasmussen á Skála og Jana Thomsen og Kenneth Samuelsen í Havn, fingu leygardagin hvør sín nýggjan svartan Audi A4 frá LR-International, sum tey eru sølufólk fyri.
Tað var stjórin í LR-International í Danmark, René Pickardt, sum handaði teimum billyklarnar undir einum hátíðarhaldi á Hotel Føroyum.
Rigmor og Jens Mortan fingu ein A4 1,9 TDI við dieselmotori, og Jana og René fingu ein 1,8 T við bensinmotori. Annars eru bilarnir eins.
Skipanin er tann, at tey sjálvi taka lán og keypa bilin. Um tey selja fyri eina ávísa upphædd um mánaðin, rindar LR avdráttin fyri tey. Um sølan er minni, gjalda tey sjálvi tað, sum restar í.
LR-International er størsta fyritøka við beinleiðis sølu til kundar í Evropa. Fyritøkan er umboðað í 26 londum við einum árligum umsetningi upp á 2 milliardir krónur. Vørurnar teir selja eru m.a.: Aloe Vera, kosmetikk, krops- og andlitskrem og parfuma.
LR hava eina skipan, har sølufólkini handla beinleiðis við vørugoymsluna hjá framleiðaranum og selja vøruna í heimligum umhvørvi til kundan.
Sølufólkini hjá LR fáa samsýning fyri at hjálpa øðrum sølufólkum í gongd.
Audi umboðið í Føroyum, Bilasølan v. Øssur Johannesen, gjørdi bilarnar klárar og leveraðu teir á Hotel Føroyum.