Songkvinnan Aura Dione hevur í hesum døgum stórt hitt við sanginum Geronimo. Sangurin er so væl umtóktur í Týsklandi, at Aura hevur yvirhálað mætar stjørnur sum Rihanna, Taio Cruz og Maroon 5 á hitlistum har. Hesa vikuna er sangurin Geronimo ovast á almenna týska singlelistanum.
Auro Dione er búsitandi í Danmark, uppvaksin á Bornholm, og verður søgd at verða donsk songkvinna, men hon hevur eisini ættarbond úr Føroyum. Hon er fjórðings føroyingur, og hevur annars familju úr Fraklandi, Danmark og Spania.
Týskt hitt
26 ára gamla Aura gav sína fyrstu fløgu út í 2008, og tá hevði hon onkur hitt í Danmark – og varð eisini spæld nógv í føroykum radio.
Í 2009 vann hon fyrstu ferð inn á týska marknaðin, sum er tann størsti í Europa. Sangurin I Will Love You Monday kom á tónatindarnar í Týsklandi, og fyrsta fløgan seldi 300.000 eintøk í Týsklandi.
Nú er Aura á veg við nýggjari fløgu, og fyrsta staklagið frá útgávuni Before The Dinosaurs hevur verið nógv spæld seinastu tíðina. Sangurin er millum teir mest spældu í donskum útvarpi, og nú hava týskarar gjørt sangin til størsta hittið í landinum hesa vikuna.
Myndatekstur:
Aura Dione er eitt heitt navn í Týsklandi í løtuni