Avdúkandi politisk trúarjáttan hjá Høgna Hoydal:

Løgfrøðin má víkja fyri politiskum áhugamálum!

 

Sosialurin 3.februar 2001.:

Hóast løgfrøðingar vísa á, at fólkaatkvøðan 26. mai ikki kann vera bindandi heldur Høgni Hoydal fast um, at talan verður ein eina bindandi fólkaatkvøðu.

Høgni Hoydal sigur seg ikki vilja koma inn á løgfrøðisligar smálutir í uppskotinunum, men leggur dent á, at talan verður um eina bindandi fólkaatkvøðu.

? Hetta er ikki ein spurningur um løgfrøði. Fyri meg er hetta ein spurningur um føroyska politiska skipanini virðir eina fólkaatkvøðu. Vit hava ongar ásetingar í stýrisskipanarlógini um fólkaatkvøðu, men vit skjóta upp at halda eina fólkaatkvøðu, so Føroya fólk hava seinasta orðið at siga, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal stendur fast við, at hóast veljarin møguliga um nøkur ár velur Sambandsflokkin sum størsta flokk, skal løgtingið framhaldandi halda seg til fullveldiskoyriætlanina hjá landsstýrinum.

? Politiskt snýr hetta seg um, at vit vilja hava eina fólkaatkvøðu fyri at spyrja fólkið, um tey taka undir við, at vit nú skulu ganga fullveldisleið. So kunnu løgfrøðingar og politikkarar kjakast um hetta langt fram í tíðina.

Høgni Hoydal heldur tað vera púra náttúrligt fólkaræði, at fólkaatkvøðan bindur komandi løgting 12 ár fram í tíðina. Hann heldur, at um lógaruppskotið verður góðtikið á eini fólkaatkvøðu, má eisini ein fólkaatkvøða til fyri at taka tað av aftur.


????????????????????????????????????????


Óli Jacobsen


Tað er óneyðugt at siga, at fremsta fyritreytin fyri at eitt samfelag kann roknast sum eitt rættarsamfelag er, at lóggávan setir karmarnar fyri alt annað virksemi í samfelagnum, eisini tí politiska. Og at hetta er ein fyritreyt, sum verður vird av politisku skipanini.

Tann sum fylgir við í okkara samfelag hevur alla møguliga grund til at ivast í, hvussu henda grundreglan verður vird í Føroyum. Men í eini samrøðu við ?Sosialin? váttar Høgni Hoydal at her er talan um ein miðvísan politikk.

Hetta verður gjørt í samband um tann iva, sum løgfrøðingar hava reist um løgfrøðisliga gildi av teirri ætlaðu fólkaatkvøðuni. Svarið, sum er endurgivið fremst í hesi greinini kundi verið stytt til, at ?nú má løgfrøðin víkja fyri politiskum áhugamálum?. Tískil verða øll sjónarmið hjá løgfrøðingum og øðrum serfrøðingum sópað av borðinum. Hetta er nú ikki annað enn tað sum er praktiserað seinastu árini, sum nógv dømi kundu verið umrødd. Løgfrøði sum ikki passar í krammið hjá teimum ráðandi verður eins og her sópað av borðinum. Sum t.d. tá ein leiðandi tjóðveldismaður avvísti sjónarmið hjá einum tí fremsta statsrættarserfrøðinginum í ríkinum sum ?gummijura?, tí hansara niðurstøðu ikki hóskaði við hansara privatu hugsan um eitt mál.

Men tað nýggja er at hetta nú verður váttað av sjálvum justitsministaranum og ímyndini av einum ?frælsum? Føroyum.

Náðileyst innlit tá hetta er í samsvar við lógina.

Í hesi grein skal verða givið eitt lítið, men einfalt dømi, um hvussu henda fatan virkar í praksis í samband við lógirnar um ?alment innlit?.

Tey flestu minnast hvussu ein búskaparfrøðingur sum hevði verið við at gera Hvítubók, og hvørs sjónarmið gingu ímóti ?politiskt korrekta? sannleikanum á almennum fundi av Høgna Hoydal á ein hátt sum skakaði fólk varð hongdur út sum ?kraddari?. Men tá málið varð reist sum ein fyrispurningur í tinginum varð víst til heimildina í lógini um alment innlit at geva hesar upplýsingar, og hetta var eisini løgfrøðisliga rætt.

Eisini innlit tá hetta stríðir móti lógini.

Í fjør hevði ein virkin limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag eina grein við ymiskum briksli móti teimum, sum vóru metta at vera ímóti fullveldisætlanina. Ein partur av hesum briksli var, at

?Óli Jacobsen skjeyt upp at geva studning til at keypa (svartkjaftatrolaran) ?Reynsatind? heim aftur, tá hann sat í landsstýrinum í 1994-96.?

Hetta er nærum púra rætt. Eitt tað mest viðurkenda reiðarí í landinum hevði ætlan at keypa umrødda skip til veiðu av kongafiski á Reykjanesrygginum. Tað var brúk fyri meira av eginpeningi enn reiðarin kundi útvega í krepputíðunum, sum vóru tá. Tí var spurningurin reistur, hvørt landsstýrið kundi spaða til, og málið varð tikið upp á landsstýrisfundi. Men tá landsstýrið varð kunnað um treytirnar hjá bankanum varð málið slept.

Hetta var bert ein av nógvum royndum at útvega arbeiðspláss og nýggjar møguleikar undir kreppuni sum var, og við 100 møguligum arbeiðsplássum var tað ikki so løgið um áhuga var fyri at stuðla eini slíkari ætlan.

Eg havi avgjørt einki ímóti at kunnað verður um mítt virksemi í landsstýrinum. Men í hesum førinum er nevniliga talan um lógarbrot, uttan iva framt av tjóðveldisflokkinum í landsstýrinum!

Fyrisitingarlógin sigur í § 14:

Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um: 1) Gerðabøkur hjá landsstýrinum (og) frásagnir frá fundum millum landsstýrismenn....

Mín leiklutur í hesum máli hevur ikki verið alment frammi. Tí kann kunnleikin um hetta mál bert vera komin til lim(ir) í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag við at ?onkur? tjóðveldismaður í landsstýrinum hevur borið hesi tíðindi úr gerðarbókini ella frásøgn frá fundi millum landsstýrismenn.

Hetta er ein mannagongd sum er í fullum samsvari við umrøddu ?trúarjáttan? hjá Høgna Hoydal um at løgfrøðin má víkja fyri politiskum áhugamálum. Men her er talan um eitt greitt lógarbrot.

Eitt er at tjóðveldisflokkurin nýtir slíkar metodir fyri at seta spurnaðartekin við trúvirðið hjá teimum sum nýta sín demokratiska rætt til at hava aðra hugsan um fullveldisspurningin enn teir sjálvir. Tað sigur nakað um ta ?nýhugsan? sum unga ættarliðið í flokkinum stendur fyri.

Men her sæst, at tær mest grundleggjandi reglur fyri rættartrygd hjá borgarum verða miðvíst skúgvaðar til viks til fyrimun fyri politiskum áhugamálum. At sjálvur løgmaður fyri eitt gott orð ger tað sama ger ikki støðuna betri.

Eitt tað nýggjasta dømi um eina slíka rættarfatan er annars Joseph Mugabe í Zimbabve. Hetta landið er formelt eitt demokrati við dómstólum eftir europeiskari fyrimynd. Hægstirættur hevur fleiri ferðir dømt tær nógv umrøddu hersetingar av gørðum hjá teimum hvítu fyri at vera ólógligar. Men her sigur Mugabe júst tað sama sum Høgni, at nú má løgfrøðin víkja fyri teimum politisku áhugamálunum!