Tað er okkurt, sum bendir á, at avgerðin um hvør verður FM vinnari í talvi ikki fellur fyrrenn í 9. og síðsta umfarinum, sum verður leygardagin. Kortini er longu nú greitt, at ein nýggjur FM vinnari verður kjósaður. John Rødgaard, sum eftir umdyst móti Heina Olsen vann FM í fjør, hevur ikki verið á toppinum í hesari kappingini, og nú er greitt, at hann hevur ongan møguleika at endurvinna FM heitið.
John Rødgaard plagar so at siga ikki at tapa, tá hann telvar í Føroyum, men higartil í hesari kappingini hevur hann tapt tvær ferðir ? fyrst móti Heina Olsen og so í fyrradagin móti Steintóri Rasmussen. At Steintór skuldi bara verandi FM vinnaranum var mest óvæntaða úrslitið í fimta umfari.
Úr Klaksvík frætta vit, at John Rødgaard var ikki heilt væl fyri fyrrapartin av vikuni, men kortini skal einki takast frá teimum, sum hava megnað at fingið heil og hálv stig frá stinna tvørámanninum.
Kríggj
Vit eru í stillu viku, men tað kann ikki sigast, at tað spældi heilt friðarliga av, tá fimta umfar í FM fyri einstaklingar varð avgreitt týskvøldið. Í fýra av fimm talvum varð ein vinnari funnin. Bara í talvinum millum Carl Eli N. Samuelsen og Terja Petersen endaði tað við remis. Tá høvdu teir stríðst leingi, men støðan varð mett at vera jøvn alla tíðina.
John Rødgaard kom í tíðarneyð móti Steintór Rasmussen. Ofta hevur tað víst seg, at John megnar at telva neyvt, sjálvt um hann skal flyta nógvar leikir upp á heilt stutta tíð, men soleiðis var ikki hesa ferð. Steintór var sannførandi, og John noyddist at ofra frúnna, um hann ikki skuldi verða settur í mát, og so var einki at gera.
Ólavur Simonsen er kompromisleysur, tá hann telvar. Tað má bera ella bresta. Tvey tey fyrstu umførini brast tað, men nú hevur klaksvíkingurin vunnið trý talv upp í slag, og blandar seg tískil millum teir í ovaru hálvu. Hesa ferð gekk tað út yvir Eyðun Nolsøe.
John Arni má vinna
Einasti telvarin, sum tykist hava møguleika at hótta Heina Olsen, er John Arni Nilssen. Um tað verður, sum teir siga í Klaksvík, at Heini Olsen vinnur niðurlagda talvið móti Steintóri Rasmussen, so er John Arni Nilssen eitt heilt stig aftanfyri Heina, og so er neyðugt hjá honum at vinna hvørja ferð, og so liva í vónini um, at Heini fer at snáva. Í fimta umfari gekk tað út yvir Flóvin Tór Næs, og tað vil við øðrum orðum siga, at møguleikin hjá Flóvini at blanda seg í FM stríði so at siga minkaði seg burtur í einki.
Drúgvt talv
Heini Olsen staðfesti týsdagin, at hann er sera væl fyri. Talvið móti Rana Nolsøe vardi næstan seks tímar, og teir, sum fylgdu við roknaðu við, at tað fór at enda javnt. Men so við og við fekk Heini yvirvág og basti at enda FM vinnaranum frá 1997. At tað eydnaðist Heina at vinna talv, sum leingi tóktist at vera javn verður sagt at vera tekin um, at bara smáir óneyvleikar verða sektaðir av fýra falda FM vinnaranum.
Og so mugu vit skunda okkum at koma við einari rættleiðing til okkum sjálvar og eisini umbering til Heina Olsen. Í blaðnum í fyrradagin søgdu vit, at tað var Heini, sum hevði bjóðað remis móti John Arna Nilssen í stutta talvinum, sum blaðið, ið teir geva út har norðuri, gjørdi burturúr og vit tóku afturíaftur. Tað var John Arni, sum bjóðaði javnt. Bæði John Rødgaard og Steintór Rasmussen hava bjóðað javnt móti Heina, men hesin hevur ikki tikið av.
Niðurløgdu talvini
Sum vit fyrr hava sagt, so hanga tvey talv í landsliðsbólkinum. Annað er millum Heina Olsen og Steintór Rasmussen, og hitt er millum Eyðun Nolsøe og John Rødgaard.
Tá vit frættu úr Klaksvík á middegi í gjár varð upplýst, at tað var ætlanin at hesi skuldu takast uppaftur í gjárkvøldið klokkan tíggju.
Í fyrradagin vórðu tvey talv í almenna bólkinum niðurløgd. Tey skuldu eisini takast uppaftur í gjárkvøldið. Annað var millum Sigurð Justinussen og Martin Poulsen og hitt var millum Niels Chr. Nolsøe og Vagn Heldarskarð.
Unglingarnir
Rúni Dragaberg legði seg týsdagin einsamallan á odda í unglingabólkinum. Sum mótstøðumann í fimta umfari hevði hann liðfelagan úr Klaksvík, Ingolg Gaard. Teir báðir hava ligið millum teir fremstu fyrra partin av kappingini. Rúni Dragaberg setti vinmannin í mát, og legði seg harvið fremstan í FM kappingini. Og so er spurningurin, hvussu ungi maðurin fer at takla tað, at hann nú er einsamallur á odda. Hjá unglingunum kann tað skifta skjótt. Skulu vit meta út frá støðutalvuni, so verður tað í áttanda og næstsíðsta umfarinum, at oddamaðurin hjá unglingunum fer at fáa størstu mótstøðuna, tí tá skal hann við hvíta fólkinum telva móti John Sivertsen.