Avgerandi dagar fyri Milan

Milan er í løtuni fýra stig aftanfyri grannanar Inter Milan í Seria A. Um Milan skal gera sær nakrar vónir um at yvirhála Inter, so skulu teir vinna í kvøld, sigur Leonardo, ið er venjari hjá Milan. AS Roma liggur á triðja plássi, trý stig aftanfyri Milan. Hjá Milan er stóra ivamálið Pato, ið fekk ein skaða í læri seinasta vikuskifti. Tað verður vantað, at hann ikki spælur í kvøld, men verður hvíldur til mikukvøldið. Claudio Ranieri, ið er venjari hjá Roma, hevur fyrrverandi Bayern Munchen framherjan Luca Toni og miðvallarin David Pizzaro við aftur eftir skaðar.

 

Ein annar spennandi dystur í Italia í dag, er millum Fiorentina og Juventus. Fiorentina hevur staðið seg illa í Seria A, men hava klára seg væl í Champions League. Teir liggja í løtuni á tíggjunda plássi, men hava sett nøsina eftir fjórða plássinum. Tað hevur Juventus eisini, ið liggur nummar fimm. Juventus eru úti av Champions League og úrslitini hava borið við sær, at teir fyri kortum skiftu venjara. Juventus tapti seinasta vikuskiti á heimavølli fyri Palermo, og tí er alt avgerandi at teir fáa stig í dag.

 

Seria A:

 

17:00

Fiorentina ? Juventus

 

19.45

AS Roma ? AC Milan