Avgjøldini ikki heilsupolitisk

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, tekur fult undir við nýggja uppskotinum um at leggja avgjøld á sodavatn og tubbak, og vísir aftur, at hesi skulu vera tilvildarlig og órættvís.

Tvey fakfólk innan heilsu vóru við í fyrireikandi arbeiðinum, tá avgjøldini skuldu ásetast, og sodavatn og tubbak vórðu vald út, tí hesar vørur eru bæði skaðiligar og sera nógv útbreiddar millum fólk, sigur Hans Pauli. Hann dylur kortini ikki yvir, at tolltekniskir trupulleikar eisini hava spælt ein leiklut fyri, hvørjar vørur vórðu valdar út, meðan aðrar sluppu undan.
Spurdur, hví sukurfrítt sodavatn ikki sleppur undan avgjaldinum, sigur Hans Pauli, at tað, at sodavatn er sukurfrítt, ikki merkir tað sama sum, at tað er heilsugott. Vanliga innihalda slíkir drykkir nógv ymisk tilsetingarevni, sum langt frá kunnu metast at vera heilsufremjandi, vísir Hans Pauli á.
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at nýggju avgjøldini ikki skulu síggjast sum eitt heilsupolitiskt átak í sær sjálvum og fílist á, at heitið ?heilsutollur? hevur verðið brúkt í hesum sambandi.
- Avgjøldini eru fyrst og fremst ein liður í at økja um inntøkurnar hjá landskassanum. At tey so eisini kunnu vera við til at tálma nýtsluni av nøkrum heilsuskaðiligum vørum, eiga vit bara síggja sum ein eyka vinning fyri almennu fólkaheilsuna, sigur Hans Pauli og leggur afturat, at eftir ætlan skal ein partur av inntøkunum frá avgjøldunum nýtast til heilsufremjandi átøk fyri skúlabørn.