Tá alt kom til alt, var eingin ivi. Fyri steðgin hevði Team Klaksvík annars verið omaná, og eitt skifti vóru vertirnir á odda 15-9.
Men so steðgaði alt upp. H71 kom upp á 15-15, áðrenn farið varð til hálvleiks, og eftir steðgin hildu gestirnir fram í somu øði.
Endaliga úrslitið gjørdist 33-24 til H71, sum soleiðis vann seinastu 40 minuttirnar 24-9.
Besti málskjútti hjá H71 var Bogi G. Davidsen, sum skeyt átta mál. Dusco Petrusic skeyt níggju mál fyri Team Klaksvík
Team Klaksvík-H71 24-33 (15-15)