Avgjørt: Reiley sleppur at vera við í prixnum

DR metir ikki, at Rani Petersen hevur fingið ein fyrimun í mun til luttøkuna Melodi Grand Prixnum, sjálvt um hann hevur spælt sangin live til eina konsert í Seoul.

Í gjár skrivaði Ekstra Blaðið, at luttøkan hjá føroyska Reiley (Rana Petersen) í danska Melodi Grand Prixnum var í vanda.

 

Orsøkin var, at hann hevur spælt sangin "Breaking My Heart" alment til eina konsert í heyst - og sambært DR-reglugerðunum skulu sangirnir ikki verða spældir alment áðrenn luttøku. Tó er tað upp til DR at meta um slík mál, og tað ber til at fáa okkurt slag av undantaksloyvi.

 

Og nú hevur DR viðgjørt málið, og í eini viðmerking til Ekstrablaðið sigur ábyrgdarleiðari, Erik Struve Hansen, at Reiley ikki verður blakaður úr kappingini.

 

– Hann yvirheldur EBU-reglugerðirnar fyri møguliga luttøku í Eurovision (...) DR metir ikki, at hann hevur fingið ein fyrimun í mun til luttøkuna í DMGP, sigur hann leysliga endurgivið við Ekstrablaðið.

 

Les eisini: Luttøkan hjá Reiley í Grand Prixnum kann vera í vanda