Avlýsir ferð til Grønlands - valið nærkast

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen hevur avlýst eina vitjan í Grønlandi. Hetta hevur aftur birt upp undir kjakið um at fólkatingsval verður útskrivað skjótt.

Ferðin skuldi verið í døgunum 23. til 25. august, men er er avlýst, "orsakað av teirri aktuellu heimsumfatandi kreppuni og umsjón mótvegis arbeiðinum hjá stjórnini", verður sagt úr danska forsætisráðnum.

Júst 23. august er mettur sum eina døgunum, tá hann møguliga fer at útskriva valið. Hetta er sami dagur sum fíggjarætlanin fyri næsta ár verður løgd fram.

Valið verður so í øllum førum áðrenn 13. november, men verður kanska í september í staðin.

Skal valið haldast innan 4. oktober, tá fólkatingsárið byrjar, er seinasti dagur í so máta 21. september.