Mánadagin boðaði B71 frá, at felagið hevur gjørt av at skifta høvuðsvenjara. Í kvøld var fyrsti dystur, síðani Richard Goffe fór úr venjarasessinum. Ímóti teimum næstbestu hjá B36 var Nichals Hjertstedt á beinkinum. Danski venjarin, sum áður hevur verið í Lyngby, er ungdómsvenjari hjá B71. Enn hevur felagið ikki boðað frá, hvar verður settur í venjarastarvið.
Mótstøðuliðið inni í Dal í kvøld var næstbesta liðið hjá B26. B71 vann 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Úrslitið ber við sær, at B71 er á øðrum plássi við 18 stigum. B36 er næstniðast við einum stigi.
Árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum legði seg á odda 1-0. Niels Eiriksson var beinanvegin málskjútti. Hetta var fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Niels Eiriksson, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr HB og til B36, var málskjútti í næstbestu deildini.
Eli Falkvard Nielsen, sum leingi hevur verið skaddur, átti uppleggið til B36 málið.
Bogi Hentze var málskjútti, tá ið B71 miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið í ár hjá Boga, sum er einasti B71 spælarin, ið hevur verið á vøllinum allar dystirnar á tamb í ár.
Sigursmálið skoraði Leonard Londe tíggju minuttir undan leikloki. Hetta var aðru ferð í ár, at amerikanski álopsspælarin var málskjútti.
Hósdagin fær B71 vitjan av NSÍ, og hósdagin fær B36 vitjan av 07 Vestur.