Avtalan er gjørd millum Indenrigs- og Sundhedsministeriet, Danske Regioner og Almanna- og heilsumálaráðið.
Við avtaluni fær Sjúkrahúsverkið møguleika at seta eitt ávíst tal av høvuðsútbúgvingarstørvum (serlæknaútbúgving) um árið, har ein stórur partur av útbúgvingini kann fara fram í Føroyum. Teir partar av útbúgvingini, sum krevja serkunnleika, ið ikki kann fáast í Føroyum, verða á góðkendum útbúgvingarsjúkrahúsum í Danmark.
– Avtalan hevur stóran týdning fyri føroyska heilsuverkið. Hon gevur okkum eitt nógv sterkari amboð at tryggja framtíðar tørvin á serlæknum. Nú kunnu vit í nógv størri mun sjálvi skipa og stýra, hvørji høvuðsútbúgvingarstørv skulu setast út frá tørvinum í føroyska heilsuverkinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.
Sjúkrahúsverkið stýrir sjálvt tilgongdina av serlæknum
Ein av størstu broytingunum við avtaluni er, at Sjúkrahúsverkið fær møguleika at bjóða upp til fimm høvuðsútbúgvingarstørv út um árið innan tær sergreinar, sum føroyska heilsuverkið hevur størstan tørv á.
Hetta ger tað møguligt at arbeiða meira málrættað og við langtíðarætlanum fyri serlæknastørv.
Betri møguleikar fyri læknar og familjur teirra
Avtalan hevur eisini stóran týdning fyri læknarnar sjálvar. Við møguleikanum at taka ein stóran part av høvuðsútbúgvingini í Føroyum, økjast sannlíkindini fyri, at læknar velja at starvast í Føroyum bæði undir og eftir lokna útbúgving. Hetta er serliga týdningarmikið fyri føroyskar læknar – og læknar við sterkum tilknýti til Føroyar – sum hava familju búgvandi í Føroyum, og sum annars hava verið noydd at flyta av landinum í fleiri ár í sambandi við útbúgvingina.
Partur av longri heilsupolitiskari ætlan
Avtalan er í samsvari við nýggja heilsupolitikkin fyri Føroyar 2026–2035, har dentur verður lagdur á, at føroyskir læknar í størst møguligan mun skulu kunna fara undir víðariútbúgving í Føroyum. Málið er at økja talið av serlæknum og tryggja eitt burðardygt, væl skipað og fakliga sterkt heilsuverk í Føroyum.
Sjúkrahúsverkið hevur tikið væl ímóti avtaluni og fegnast um, at Føroyar nú hava eina formliga og varandi skipan, sum gevur føroyska heilsuverkinum størri sjálvræði og betri møguleikar at leggja ætlanir fyri framtíðina.
Avtalan kann lesast her.











