Umboð fyri Ukraina, Russlandi og USA er í Abu Dhabi, sum er høvuðsstaður í Sameindu Arabisku Emiratunum, og her verður samráðst um eina friðaravtalu í krígnum millum Russland og Ukraina.
Í sveisiska býnum, Davos, hitti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, serliga sendimannin hjá USA, Steve Witkoff, og í gjárkvøldið hitti Witkoff eisini russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva.
So, sigast má, at her eru friðarsamráðingar á høgum stigi um, hvussu kríggið millum londini, sum nú skjótt hevur vart í fýra ár, kann fáa ein enda.
Ukrainski forsetin hevur eisini hitt amerikanska forsetan, Donald Trump, í Davos og eftir fundin, ið partarnir lýsa sum góðan, hevur Volodymyr Zelenskyj sagt, at forsetarnir eru samdir um amerikanskar trygdarváttanir til Ukraina.
At Ukraina fær trygdarváttanir úr sameindum londum, tá ein friðaravtala einaferð kemur upp á pláss millum Russland og Ukraina, fyllir eftir øllum at døma nógv hjá ukrainska forsetanum.
Volodymyr Zelenskyj hevur tó ikki greinað nærri, hvat avtalan millum hann og Donald Trump byggir á. Báðir forsetarnir søgdu eftir samrøðurnar, at teir høvdu havt ein góðan fund.
Við BBC sigur ukrainski forsetin, at samráðingarnar í Sameindu Arabisku Emiratunum serliga snúgva seg um landaøki, og hann legði aftrat, at spurningurin um landaøkir ikki er loystur.
##med2##
Eftir fundin, sum serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hevði við Vladimir Putin, forseta í Moskva í gjárkvøldið, er greitt, at eingin vápnahvíld verður í Ukraina, fyrr enn londini eru vorðin samd um, hvør semjan um landaøkini verður.
- Russland noyðist eisini at ganga við til semjur. Tað kann ikki bara vera galdandi fyri Ukraina, at landið skal ganga við til semjur, endurtók ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, yvirfyri heimspressuni í Davos.
USA hevur skotið upp, at Donbas-økið har eysturi í Ukraina verður avmillitariserað, og at økið verður fevnt av amerikanskum trygdarváttanum. Soleiðis er skotið upp, sum partur av friðaravtaluni, at hvørki Russland ella Ukraina skulu hava herfólk í Donbas-økinum.
Ukrainski forsetin hevur sagt, at skal Ukraina geva frá sær landaøkir, kann hetta bert gerast við einari fólkaatkvøðu. Norska kringvarpið, NRK, veit at siga, at ukrainska Donbas-økið er kent sum ein región við nógvum ídnaði.












