Á býráðsfundi hin 9. februar varð einmælt samtykt at játta 8 milliónir krónur og at taka av tilboði frá P/F Articon um heildarveiting av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka.
- Arbeiðið fevnir um liðugtgerð av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka. Tá arbeiðið er liðugt, verða eftir ætlan 11 byggiklár grundstykkir og eitt savnandi miðøkið í ovaru útstykkingini.
Í Sunda kommunu siga tey, at grundstykkini verða grovplanerað og liggja um 500 fermetrar hvørt.
- Avtalan at gera arbeiðið varð undirskrivað í dag, hin 17. februar á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. Eftir ætlan verður útstykkingin liðug um hálvan juli í ár.
Tað vóru Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum undirskrivaðu avtaluna vegnað partarnar.
Í Sunda kommunu eru tey fegin um, at útstykkingin á Oyrarbakka nú verður gjørd liðug, og kommunan sær fram til gott samstarv við Articon í sambandi við arbeiðið.










