Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Vilmund Jacobsen
Miðnámsskúin í Suðuroy liggur í vøkrum umhvørvi miðskeiðis í Suðuroynni.
Á skúlanum ganga samanlagt umleið 90 næmingar til vanligu lærugreinarnar, sum skúlin bjóðar, men tá øll eru íroknað við FSA (føroyskum sum annað mál) og serbreytini, sum skúlin eisini rúmar, liggur samlaða næmingatalið um 150.
Á Miðnámi í Suðuroy kanst tú velja ímillum fleiri gymnasialar miðnámsútbúgvingar og aðrar útbúgvingar. Útbúgvingarnar, sum skúlin bjóðar, eru Hugbreyt, Náttúrubreyt, FHS Yrkisnám, Búskaparbreyt og Serbreyt.
Harumframt bjóðar skúlin út stakgreinalesnað, og tá kann tað eitt nú vera til næmingar, sum hava fingið eitt lærupláss - ella tað er onkur, sum vil leggja aftrat próvnum, sum tey longu hava fingið.
Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur alla útgerð og umstøður, sum hoyra einum nútímans skúla til, og her eru góðar skúlastovur, vælútgjørdar royndarstovur, bólkarúm, fimleikahøll, og her eru venjingarhøli, bókasavn og matarhøll.
Rektari á Miðnámi í Suðuroy er Marita Gunnarstein Nielsen.
Vit hava spurt nakrar fyrrverandi næmingar, sum hava gingið á Miðnámi í Suðuroy, hvussu teimum dámdu skúlan, hvussu trivnaðurin var, og hvat tey takast við í dag.
Rebekka lesur í Roskilde
Rebekka Tausen, sum hevur røtur úr Porkeri, gjørdist liðug á hugbreytini á Miðnámi í Suðuroy í 2020.
- Mær dámdi sera væl á skúlanum. Hetta var eitt lítið umhvørvi, har tú kendi øll og hevði tætt samband við onnur.
Hon sigur, at hetta var ikki ein stórur flokkur, 13 næmingar, og nógv samband hevur verið millum næmingarnar, síðan tey vórðu liðug.
- Vit hava framvegis gott samband, og fleiri av okkum tosa regluliga saman, sigur hon.
Rebekka sigur, at hon valdi hugbreytina, tí henni dámar væl at lesa og skriva, og henni dámar væl mál.
- Onkur hevði týskt, og onkur hevði spanskt, umframt vanligu málsligu lærugreinarnar, sum føroyskt og enskt.
Hon sigur, at kravið var at hava matematik á c-støði, men hon valdi matematik á b-støði – í fall, at hetta fór at verða kravt í sambandi við víðar útbúgving.
Rebekka Tausen gongur á Roskilde Universiteti, har hon fær prógv sum bachelor í summar.
- Hetta verður rópt humanistisk bachelor við høvuðsgrein í sálarfrøði og pedagogikki. Seinni fari eg at taka kandidat í sosialpsykologi og læring, og hetta tekur tvey ár.
Hon sigur, at fyrst verður tað í barsil í eitt ár og síðan í gongd aftur við lesnaðin, sum fer at geva henni nógvar møguleikar.
- Mær dámar sera væl á Roskilde Universiteti, og tað verður eisini her, at eg fari at lesa víðari, sigur Rebekka Tausen, sum leggur aftrat, at bondini til Porkeris og Suðuroynna eru sterk, og hon vitjar heima fleiri ferðir um árið, tó at hon stórtrívist í Danmark, har hon eisini hevur fingið nógv vinfólk.
Trygvi er í bankalæru
Trygvi Nielsen, sum býr í Fámjin, gjørdist liðugur á náttúrubreytini á Miðnám í Suðuroy á sumri í 2024, og í september í fjør fekk hann lærupláss í Føroya Banka á Tvøroyri sum kundaráðgevi.
Hann valdi fyrst hugbreytina á miðnámsskúlanum, men gjørdi eitt nýtt val, beint fyri skúlaársbyrjan.
- Eg helt, at náttúrubreytin við eitt nú rokning og alisfrøði passaði best til mín, sigur hann.
Trygvi letur væl at skúlaumhvørvinum á miðnámsskúlanum og heldur, at avmarkaða umhvørvið, har tú kennur flestu lærarar og næmingar, gevur ein ávísan tryggleika.
- Umframt at eg kendi fleiri av næmingunum, hevði eg eisini gingið í skúla saman við nøkrum teirra í yngri flokkum. Eg haldi, at sambandið millum næmingar og lærarar var ógvuliga gott og gevandi.
Hann sigur, at flokkurin á náttúrubreytini var rímiliga stórur, men hetta var eingin trupulleiki.
- Mær dámdi væl á skúlanum, og vit høvdu góðar umstøður, sigur Trygvi Nielsen.
Hann fegnast um læruplássið í Føroya Banka og sigur, at her eru fittir og hjálpsamir starvsfelagar.
- Eg eri væl móttikin í bankanum; her er gott at vera, og eg stórtrívist. Tvey ár ganga skjótt, tá tú trívist, og eg fari glaður til arbeiðis hvønn dag.
Nú Fámjin eisini hevur fingið tunnilssamband, er farleiðin millum bústaðin og læruplássið eingin trupulleiki.
- Her kundi vera keðiligt á vetrardegi – í kava og stormi, men nú hava vit eina góða farleið, sigur Trygvi Nielsen.
Svanna í læru hjá Taks
Svanna Petersen, sum býr í Vági, gjørdist liðug á Miðnámi í Suðuroy í fjør summar, og hon hevur fingið lærupláss hjá Taks á Tvøroyri.
- Eg tók fyrst FHS í eitt ár, og seinni gekk eg á búskaparbreytini, sum tók tvey ár.
Hon sigur, at henni dámdi sera væl á miðnámsskúlanum, har bæði lærarar og næmingar vóru stak fitt og hjálpsom.
- Eg hevði góðar lærarar, og eg fekk góða hjálp og góðan stuðul – í fyrsta lagi frá lærarunum, men eisini frá floksfeløgum. Tískil kann eg avgjørt viðmæla Miðnám í Suðuroy, sigur hon.
Svanna Petersen er sera fegin um læruplássið hjá Taks. Her starvast fitt fólk, sum tey eru sera hjálpsom.
- Hetta er eitt lærupláss sum skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting, og mær dámar sera væl, sigur hon.
Meira kanna lesast um útbúgvingarnar á Miðnám í Suðuroy á www.midnam.fo
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her












