Bíða spent at vita um alt fer fyri skeytið

Javnaðarflokkurin, sum stendur á odda fyri samráðingunum um nýggja samgongu, hevur verið ógvuliga ivasamir um ætlanina at leggja ymisk málsøki undir kommunurnar at umsita og tí stúra kommunurnar fyri, at alt nú skal fara fyri skeytið

Kommunur og umsiting

?Fara ætlanirnar nú fyri skeytið um at leggja fleiri málsøki hjá landinum undir kommunurnar at umsita?
Tað er tann stóri spurningurin, sum Jógvan Krosslá í Vági nú gongur og grundar yvir
Hann er formaður í Kommunusamskipan Føroya, sum er felagið hjá teimum størru kommununum í landinum.
Og er tað nakar, sum er spentur eftir at vita, hvussu samráðingarnar um nýggja samgongu tørna út, er tað júst hann.
Hann vísir á, at samgongan sum sat, hevði til endamáls at leggja ymisk málsøki hjá landinum, undir kommunurnar at umsita.
Barnaansingin er løgd undir kommunurnar, men tað, sum hevur ligið í kortunum er, at eisini eldraøkið og barnaforsorgin skulu undir kommunurnar.
Fyri at kunna fíggja hetta, var neyðugt hjá kommununum at fáa fleiri inntøkur. Fyri at útvega kommununum fleiri inntøkur, skuldi skattainntøkur flytast frá landinum til kommunurnar. Tað skuldi gerast við at landsskatturin skuldi lækka fyri at kommunuskatturin kundi hækka samsvarandi, so at skattatrýstið tilsamans ikki hækkaði.
?Kommunurnar hava nú brúkt fleiri ár upp á at fyrireika seg til hesar yvirtøkurnar og tað hevur kostað nógv arbeiði og nógvan pening, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at eitt nú hava kommunurnar gjørt lønarskipanir og journalskipanir saman við landinum fyri at vera til reiðar at átaka sær fleiri málsøki at umsita og spurningurin er, um alt hetta arbeiðið nú fer fyri skeytið.

Dettur niðurfyri
Men nú javnaðarflokkurin stendur á odda fyri samráðingum um nýggja samgongu, er Jógvan Krosslá ómetaliga spentur eftir at vita, hvussu úrslitið verður.
Hann staðfestir, at javnaðarflokkurin hevur ikki dult fyri, at hann er meiri enn ivasamur um ætlanina at leggja ymisk málsøki undir kommunurnar at umsita.
Javnaðarflokkurin heldur, at tað eru ymisk málsøki, sum tað er best at landið umsitur fyri at tryggja at allir borgarar í landinum fáa eins góð tilboð.
Skulu kommunurnar umsita økini, stúrir flokkurin fyri at avleiðingin verður, at tað verður ymiskt, hvussu góð tilboð borgarar í teimum ymsu kommununum fara at fáa, alt eftir, hvussu tann einstaka kommunan raðfestir tey ymsu økini og alt eftir, hvussu kommunan er fyri fíggjarliga.
Í hesum sambandi hava javnaðarfólk júst nevnt eldraøki sum eitt øki, ið tað kann vera ivingarsamt, at lata kommunurnar umsita.
Tí bíðar Kommunusamskipan Føroya nú í stórum spenningi eftir úrslitinum av samgongusamráðingunum.

Skulu valda, har vit skulu gjalda
Men Jógvan Krosslá leggur stóran dent á, at Kommunusamskipanin vil hava púra greitt ábyrgdarøki ímillum landið og kommunurnar.
?Tað merkir, at har kommunurnar skulu gjalda, skulu tær eisini valda.
Hann leggur tískil eisini stóran dent á, at Kommunusamskipanin fer ikki at góðtaka nakrar millumloysnir, har kommunurnar skulu gjalda, men at umsitingin kortini skal verða undir landinum.
? Hetta er greitt ímóti øllum tí, sum vit nú í fleiri ár hava arbeitt fram ímóti.
? Tann møguleikin hevur onkuntíð verið nevndur, at kommunur skulu hava fíggjarliga ábyrgd av ymsum økjum, men at tað kortini skal vera landið, sum skal hava ábyrgdina, antin heilt, ella partvís.
?Nøkur loysn, sum ber á tað borðið, verður ikki góðtikin, sigur Jógvan Krosslá.
Tó ásannar hann, at sjálvsagt skal landið gera rammulógir, sum kommunurnar skulu halda seg innanfyri.
Tað merkir, at landið skal áseta minstamark fyri, hvussu umstøðurnar hjá borgarunum skulu vera á ymsum økjum, men annars skulu kommunurnar umsita einaráðandi, um so er, at tær skulu gjalda, sigur Jógvan Krosslá.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jóannesi Eidesgaard, sum stendur á oddafyri samgongusamráðinguum, áðrenn blaðið fór til prentingar