Bíbliur til øll

Ikki færri enn 5 ymsar bíbliur komu á føroyska marknaðin mikudagin, og tvær afturat koma innan heilt stutta tíð

Bíbliur


Tað mundi kennast hálvgum komiskt, hálvgum syrgiligt, tá tað fyrr í ár bórust boð um, at ætlaða útgávan av nýggju bíbliuni var seinkað.

Ætlandi skuldi hendan koma út í sambandi við hátíðarhaldið fyri kristindómin, sum var um hvítusunnuna, men vegna ein ár-2000 trupulleika á telduni, har bíblian lá, var øll setingin av hesum farin fyri skeyti.


Í gjár, mikudagin, var so stóra løtan endiliga komin, og tað var ikki sørt av hátíðardámi yvir tíðindafundinum í Norðurlandahúsinum, tá bíblian varð sýnd fjølmiðlunum.

Hans Jacob Joensen legði fyri, við at greiða frá, hvussu nýggja bíbian er uppbygd.

Umsetingin er framvegis tann væl kenda frá Dahl og Viderø, men tað er serliga í uppsetingini, at nýggja útgávan víkir frá teirri gomlu. Ístaðin fyri at verða sett upp vers fyri vers, er nýggja útgávan sett í pettum, soleiðis at samanangurin millum einstøku versini gerst sjónligari.

Eisini er sum nakað nýtt eitt yvirlit yvir orðafrágreiðingar at finna í nýggju útgávuni, har greitt verður frá ymsum hugtøkum, umframt at bæði orðalisti og eitt kort yvir ymisk bíbilsk støð eisini er at finna.


Tiltrongt

Bergur Debes Joensen, prestur, sum er limur í stiftsnevndini fyri Føroyar, greiddi eisni nakað frá bíbliuni, og serliga legði hann dent á, hvussu stórur tørvur hevur verið á nýggju útgávuni.

Tað er nú meira enn eitt ár síðani, at gamla bíblian varð útseld, og síðani hetta hevur hon ikki verið at fingið hendur á.

Orsøkin til, at gamla útgávan ikki varð endurprentað, segði Bergur vera, at tað tá vildi verið talan um eina ógvuliga dýra loysn, og tí varð tað hildið at verða skilabetri at bíða. Eisini hóast tað onkuntíð nærum hevur verið ein pínlig støða hjá teimum at standa í. Millum annað vísti hann á, at tað í hansara sókn hava verið trý lið av konfirmantum, sum ikki hava fingið nakra bíbliu, men samstundis vísti hann á, at hesi nú verða kallaði saman, soleiðis at tey ikki verða við sviðið soð.


Nógvir og ódýrir møguleikar

Nú dagurin so endiliga kom, tá nýggja útgávan varð send á marknaðin, var tað við ikki sørt av stoltleika, at teir báðir kundu vísa á rúgvusmikla úrvalið av bíblium, sum nú eru at fáa.

Umframt fýra útgávur av sjálvari bíbliuni, er talan eisini um eina teldutøka útgávu og eina bók við úrvalssøgum úr bíbliuni.

Í vanligari stødd fæst bíblian í tveimum útgávum. Einari við stívari permu, har Edvard Fuglø hevur prýtt kápuna, og einari meira klassiskari, kanska heldur fínari, útgávu við svartari permu. Tann við stívari permu fæst til keyps fyri hálvt annað hundrað krónur, meðan hin kostar ein hundraðkrónuseðil afturat.

Umframt vanligu støddina, fæst bíblian eisini til keyps í bæði minni og størri formati.

Tann minna, sum kostar, er ein sera snotulig útgáva. Á stødd við sonevndu time-managers, og er fast innbundin í leðurumslag. Bergur nevndi hesa fyri bæði ferða- og ungdómsbíbliu, og kemst hetta einamest av, at hon kanska er meira handug ella fittlig enn vanliga útgávan.


Krúnan á verkinum

Einki er tó at ivast í, at krúnan á verkinum er sonevnda ríkis- og ættarbíblian, ella drotningabíblian, sum hon eisini verður rópt. Hetta seinna, tí hon sum nakað serstakt er prýdd við sera væl eydnaðum strikumyndum, sum Drotning Margretha hevur teknað.

Hendan bíblian er væl størri í vavi enn hinar, og hevur eisini eitt yvirlit fremst, har til ber at viðmerkja merkidagar innan ættina, serstakar hendingar, ella hvat nú hevur áhuga.

At hendan útgávan eisini ber heitið, ríkisbíblian, kemst av, at hon verður útgivin í Danmark, Grønaldni og Føroyum í so at siga sama sniðið. Einasti munurin er perman, sum er serstøk í hvørjum landi.

Hendan er nevnliga gjørd soleiðis, at í permuna er feldir teir tríggir krossarnir. Sigmundarkrossurin fyri Føroyar, Smærublaðið fyri Grønland og Dagmarskrossurin fyri Danmark. Í føroysku útgávuni er Sigmundarkrossurin so gyltur, meðan tað sjálvsagt eru Smærublaðið og Dagmarskrossurin, sum eru gyltir í ávíkavist grønlendsku og donsku útgávuni.

Ríkis- og ættarbíblian, sum er væl størri í vavi enn hinar, kostar 600 kr.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at framsýning við strikumyndunum hjá drotningini í løtuni er í Danmark, og at hesar ætlandi verða sýndar fram í Listaskálanum í Havn innan stutta tíð.


Tvær serstakar

Eisini bíblian fylgir við tíðini, og tí er hon sjálvandi eisini at finna sum teldutøk. Hendan er á trimum ymsum málum, og fæst til keyps fyri 575 kr.

Sætta og seinasta útgávan í hesum umfarinum er ikki ein rættilig bíblia, men sum navnið sigur eitt savn av útvaldum bíbilskum søgum.

Hesar eru skrivaðar soleiðis, at upprunateksturin úr bíbliuni er prentaður óbroyttur, umframt at myndir av ymsum slag eisini eru við til hvørja av teimum 50 søgunum í bókini.

Til tess at binda ymsu hendingarnar saman, eru so serstakir tekstir settir ímillum hvørja av søgunum.


Ein til tey yngstu

Umframt tær seks omanfyristandandi útgávurnar, so kemur eisini ein bíblia til tey yngstu børnini á marknaðin í næstum.

Talan er um eitt savn av lætt lesiligum bíbilskum søgum, sum eru umsettar frá teirri donsku útgávuni, Børnenes computer-bibel. Á føroyskum ber hendan heitið, Barnabíblia ? 50 bíbilsøgur.

Umframt at innihalda bíbilskar søgur, er eisini ein fløga við hesi bókini, ella skuldi ein kanska sagt tvær fløgur.

Hendan er nevnliga skikkað soleiðis, at setir tú hana í fløguspælaran, eru 12 sangir at lurta eftir. Sangir, har tekstirnir eru nakrar av teimum søgunum, sum eru at lesa í bókini. Úrvalið av sangarum á fløguni er víttfevnandi, og millum annað kunnu bæði Rasmus Magnussen, Robert McBirnie, Eivør Pálsdóttir og Regin Guttesen hoyrast, umframt at onkur sangur eisini verður sungin av einum tríbólki.

Verður fløgan sett í telduna, er talan hinvegin um 12 smærri telduspøl, sum øll snúgva seg um bíbilskar hendingar. Til ber til dømis at fylgja við, meðan Gud skapar heimin, at hjálpa Móses at sleppa undan krokodillum og at hjálpa Dávid við at skjóta Goliat.

Hendan seinasta útgávan verður givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í samstarvið við skúlabókagrunnin.

Av misgávum er sjálv bólin ikki komin til landið enn, tí hon umvegis Hong Kong og Rotterdam nú er endað í Íslandi.

Hon var annars við føroyskan keikant fyrr í vikuni, men mánadagin skuldi hon so verið at fingið til keyps í bókabúðum kring landið.