Nú kemur kendi danski ungdómsbólkurin, B-Boys, til Føroya at syngja á eini konsert í Norðurlandahúsinum.
Á konsertini fara eisini føroysk børn og ung at luttaka.
B-Boys gjørdust kendir, tá teir luttóku í Melodi Grand Prix fyri børn og ung í Danmark.
Tað eru teir tríggir, Kåve og Mathias, báðir 13 ára gamlir og 15 ára gamli Sebastian, sum manna B-Boys.
Umframt sangin, eru teir eisini kendir fyri at duga sera væl at dansa, bæði breakdans og hip hop.
Tað eru systkini, Angela Petersen og Mark Joensen, ið skipa fyri konsertini.
Í tíðindaskrivi siga tey bæði, at tey hava tvey aðalmál við konsertini.
Tað fremsta er at menna føroyskan sang og tónleik millum børn og ung.
Annað er, at tað í ár er ?Ár teirra brekaðu?, og tí ynskja tey at stuðla við at lata eitt møguligt yvirskot av konsertini fara til innsavningina av bussi til búfólkið á Eirargarði.
Føroysk børn við
- Vit eiga nógv evnarík børn í Føroyum, sum vit ynskja at geva møguleika at hitta barnastjørnur úr hinum norðurlondunum. Samstundis fáa tey møguleika at standa á einum yrkispalli saman við teimum, og tað kann verða við til at føra teirra dreymar út í lívið, siga Angela og Mark.
Føroysku luttakararnir verða Konni Kass úr Hoyvík, Sólfríð Bech av Tvøroyri, Birgit Sivertsen úr Klaksvík, Elin Hansen úr Saltangará og sangbólkurin, Stjørnskot, við Sigrid Sivertsen úr Hoyvík.
Atgongumerki fáast á bensinsølunum kring landið og á Kunningarstovuni í Havn.