Bæði KÍ og HB skulu til próvtøku

HB venjarin ásannar, at tað meiri enn nakrantíð er nú, at hansara menn skulu vísa, hvør dugur er í teimum, og KÍ venjarin heldur, at hansara lið framvegis hevur møguleika at røkka toppinum

Klassikarin millum klaksvíkingar og havnarmenn er nógv meiri spennandi í morgin, enn tað fyrr í summar bar til at ímynda sær, at hann skuldi verða. HB er framvegis oddalið, og eftir ikki serliga sannførandi fyrsta triðing av kappingini tykist KÍ vera á rættari kós.
? Vit eru allir sera harmir um, at tað kiksaði í finaluni. Tað skal nógv til at reisa seg aftur, og tað er stutt tíð frá mánadegi og til sunnudag. Men spælararnir fokusera nú upp á landskappingina. Vit eru á odda, og vit skulu verja støðuna í sera torførum dystum næstu vikurnar. Eftir KÍ á útivølli skulu vit spæla ímóti B36 og so skulu vit til Gøtu, og vit skulu eisini til Runavíkar. Avrikið í seinna hálvleiki í finaluni kunnu vit ikki vera nøgdir við, men nú hava vit møguleikan at vísa, hvør dugur er í okkum, heldur HB venjarin Ion Geolgau.
Fyrr í summar spældi HB treytaleyst 4?3?3, men í finaluni vóru teir í meiri 4?4?2 útgávu.
? Tað er harmuligt, at vit nú eru noyddir at broyta spælskipanina frá tí, sum vit hava vant í eitt hálvt ár. Men vit mugu laga okkum eftir umstøðunum, og tær eru, at vit ikki hava somu manning nú, sum vit høvdu fyrr í ár. Í finaluni var saknurin á Una Arge sera stórur, og hann fara vit framvegis at sakna, staðfestir Ion Geolgau.
Hans á Lag er leikbannaður í Klaksvík, og í vikuni hevur verið eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við HB liðnum í morgin. Jan C. Dam hevur ikki vant síðani ólavsøku, tí hann hevur trupulleikar við fótliðnum. Hann skuldi roynast í gjárkvøldið. Nicu vandi ikki hóskvøldið. Jóhannis Joensen hevði trupulleikar undir venjingini. Ivaleyst vera fleiri av ivasomu monnunum við, men teir vóru eitt sindur fjáltursstungnir, tá vit fyrrapartin í gjár høvdu samband við HB.
Umframt finaluna ímóti NSÍ hevur HB spælt tveir venjingardystir. Teir vunnu 3?0 á B68, og teir spældu 1?1 í Gøtu.

Fleiri møguleikar
Kurt Mørkøre verður ikki millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík í morgin. Men hann verður á dómaraseðlinum, og so fer tíðin og dystargongdin at vísa, um venjarin skal seta seg sjálvan á vøllin í 2. hálvleiki.
? Fyrr í summar spældi eg, tí vit manglaðu fólk. Míni aktivu fótbóltsár eru um at vera farin, og tíbetur sær tað nú út til, at tað ikki verður neyðugt hjá mær at spæla, staðfestir Kurt Mørkøre.
Síðani undan summarsteðginum hevur hann mist Bárð á Lakjuni, men hann hevur fingið Heðin á Lakjuni aftur, og so er tað norðmaðurin Bjarne Vattelstad, sum er komin úr Sogndal, og sum eftir tveir venjingardystir framvegis hevur eftir at vísa, at hann er ein álopsloysn við málum í. Harafturat er Símun Joensen, sum hevur verið í USA í eitt ár, komin aftur til KÍ. Bæði í venjingardystinum á Svangaskarði (2?2) og ólavsøkuaftan ímóti B36 (3?1 til KÍ) var hann í miðverjuni.
Alexander Djordjevic er júst aftur komin úr Jugoslavia, har hann hevur verið í summarfrí, og tískil verður hann neyvan ímillum teir fyrstu ellivu í morgin.
? Vit fara at royna eftir øllum stigunum. Um tað eydnast at vinna, so verða vit rættuliga við í kappingini. Men tað er framvegis rættuliga opið. Fimm tey fremstu liðini skulu øll spæla ímóti øllum, so ivaleyst fara øll at missa, heldur Kurt Mørkøre.