Búnaðarstovan fær Fámará aftur í høvdið

Fiskimálaráðið hevur ógildað søluna av festinum Fámará, og biður samstundis Búnaðarstovuna viðgera alt málið av nýggjum.

Johan Dalsgaard kærdi í fjørsummar avgerðina hjá Búnaðarstovuni, sum seldi festið Fámara á uppboði til hægstbjóðandi.

Í síni niðurstøðu ger Fiskimálaráðið greitt, at Búnaðarstovan hevði ikki heimild at selja festibrævið fyri Fámará.

- Hvørki materiel ella fíggjarlig heimild er fyri avgerðini. Rætturin at selja festibrøv undir ávísum treytum er avmarkaður til festarar, sambært lógini um landsjørð. Hesin rættur kann ikki verða víðkaður. Hetta merkir, at Búnaðarstovan er ikki at meta sum festari, og Búnaðarstovan kann tí ikki selja festibrøv, ljóðar niðurstøðan frá Fiskimálaráðnum.

Niðurstøðan hjá Fiskimálaráðnum er sostatt, at Búnaðarstovan hevur als ikki heimild at selja festið Fámará.

Fiskimálaráðið tulkar lógina um landsjørð soleiðis:

- Samanumtikið er Búnaðarstovan ikki festari, og kann tí ikki koma í eina sonevnda ”festaralíknandi støðu”. Var tað ætlanin við lógaruppskotinum, at Búnaðarstovuni skuldi verða heimilað at selja festibrøv, so hevði Løgtingið samtykt tað. Rætturin til at avhenda festibrøv í lógini um landsjørð fevnir sostatt ikki um Búnaðarstovuna.

Johan Dalsgaard fegnast um niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum.

- Tað er hervið staðfest, at Búnaðarstovan hevur ikki loyvi at selja festir, akkurát sum eg ikki havi lov at selja ex-konuna. Festið skal bjóðast út til best egnaða persón, fyri einki. Og best egnaði persónur at reka Fámará eri eg, sigur Johan Dalsgaard.

Johan og konan Rakul hava í dag tvey ára brúdleypsdag. Tey búgva í Fámará, har tey eru í holt við at seta gomlu bygningarnar í stand.