Men nú herjar Hvarv á aftur, og gevur nú út lagið “Leitar tú elskandi?”. Sangurin kemur út í dag, 17. Juli 2025.
“Leitar tú elskandi?” verður útgivið í samstarvi við Tutl, og er at finna at flest øllum talgildum pallum.
Hvarv er bólkur, ið er settur saman av tónleikarum, ið hava uppruna í ymsum bólkum, men sum tó hava samstarvað í mong, mong ár. Helt síðani miðskeiðis í nítiárunum, hava hesir bólkalimirnir samstarvað, summir meir og summir minni. Allir hava so ella so tilknýti til Suðuroynna.
Bólkurin Hvarv er sum so ongantíð givin, men hevur havt støðg av og á í longri og styttri tíðarskeið.
Í 1997 var Hvarv við á savnsútgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Og í 2000 var Hvarv við á útgávuni Vælskapt Brek við lagnum Vovið av Guði.
11. mars 2025 kom út “Sálarfrændi Mín” og nú kemur so enn eitt lag, nevniliga “Leitar tú elskandi?”
Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen hava skrivað orð, og Dagfinn Olsen skrivaði lagið.
Hoyr sangin her: https://bfan.link/leitar-tu-elskandi
Fasta manningin í bólkinum í 2025 er henda.
Hjalmar Magnussen: Guitar og sang.
Dagfinn Olsen: bass, kór.
Neil Joensen: guitar, kór.
Dánjal Jákup Wiberg Holm: trummur.
“Leitar tú elskandi?” er upptikin í Bakkastudio hjá Tróndi Enni, og hann syngur eisini kór á lagnum, og tað ger Harry M. Suðuroy eisini.
Mix og mastring fór fram í IntroVers Studio við Hans Poulsen við knøttarnar, og hann spælir eisini tangentar og annað á lagnum.
Grafisk mynd: Jón T. Einarsson