Páll Michelsen
Valevni javnaðarfloksins
Til hvørt val koma okur øll at seta okum henda spurning, og gera okkum nakrar tankar um, hvussu vit vænta og vóna at býur okra mennist tey næstu 4 árini.
Komandi býráð kemur at fáa nógvar krevjandi uppgávur. Nevnast kunnu uppgávur innan barnaansingina, skúlaverki, eldraøki, helsuverki og betran av karmum fyri vinnuna. Um tað er at byggja hús, seta okkurt vinnuvirki á stovn, ella hava onnur mál, ið koma undir kommunalu umsitingina, má býráðið tryggja eina
?Vælvirkandi umsiting
?Sakliga málsviðgerð
?Ábyrgarfulla fíggjarstýring
?Góða vegleiðing
?Góðar umstøður
Eitt nývalt býráð eigur at hava sum fremsta mál tryggleika og trivnað borgarans, at umsita og varðveita øll virðini í býnum, fáa tað at bera til búskaparliga og vinnuliga, so at býurin verður lokkandi hjá bæði fyritøkum, familjum og einstaklingum, tí har gróður er í vinnuni og samfelagnum, búsetir fólk seg.
Tá ið børnini eru komin í skúlaaldur mugu vit bjóða teimum bestu møguligu karmar. Eitt vælútbygt skúlaverk við góðum møguleikum hjá næmingunum til at mennast bæði andaliga og tekniskt. Tað er ikki ov nógv sagt, at tá ið tað kemur til at skapa góðar karmar fyri einum góðum undirvísingarverki, so hevur okra kommuna gingið á odda. Hetta kemst sjálvandi av, at ein av grundhugsanunum í javnaðarhugsjónini er jú, at okur skulu hava eitt vælútbúgvið fólk, og at øll skulu hava somu møguleikar til at nema sær kunnleika, óansætt stætt og fíggjarligu møguleikar foreldranna. Saman við ynskinum um arbeiði til allar hendur er eitt av høvuðsmálum okara, ein góð útbúgvingarskipan við somu møguleikum til øll. Tað er gleðiligt at ásanna, at stórt sæð allir flokkar í dag hava tikið hesa hugsan til sín, men vandi er í hvørjari vælferð. Soleiðis eisini her. Tí fara okur at standa á odda fyri at geva fólkaskúlanum bestu umstøður at arbeiða undir, soleiðis at øll okra børn hava somu møguleikar til lærdóm og útbúgving.
Eisini vita okur, at tann mennig ið verður á staðnum byggir á tað, tey undanfarnu ættarliðini hava stríðst og knógvað fyri. Teimum, ið hava búleika her á staðnum og lagt lunnar undir tað støðið vit hava i dag, vilja vit veita sømulig kor nú teirra arbeiðsorka er farin at vikna. Arbeiðast má fram í móti at eldrarøktin og umstøðurnar hjá teimum eldru gerast betur. Javnaðarflokkurin vil altíð standa sum tann flokkur ið vil tryggja teimum eldru góð kor. Hús eru keypt til eldra-sambýli og framhald-andi má arbeiðast við at fáa fleiri sambýlispláss. Eisini mugi okur áhaldandi arbeiða fram í móti at økja tali av røktar-heimsplássum. Hartil mugu okur leggja stóra orku í at tær kommunalu uppgávurnar, í samband við Suðuroyar sjúkrahús verða væl røktar. Sum valevni javnaðarfloksins fari eg at streingja á, at arbeiði heldur fram at útvega teimum eldru lættastu og bestu liviumstøður.