- Høvdu vit bara skorað uppá møguleikarnar. Tær høvdu eina góða verju, og vit skutu málverja teirra betri enn hon var. Orðini eigur Bára Krossteig Hansen. Tróndur Arge gjørdi eina beinleiðis samrøðu við hana aftaná Bára Krossteig Hansen og liðfelagarnir á føroyska kvinnulandsliðnum høvdu tapt 16-24 (5-9) ímóti Íslandi í øðrum HM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn.
Bára Krossteig Hansen ásannar, at talan var um eitt sterkt íslendskt lið: - Tær eru stórar og likamliga sterkar, og eru bara góðar, staðfestir Bára.
Tað ergrar Báru Krossteig Hansen, at tað vóru støður, har eingin málverji var í íslendska málinum, og tær føroysku megnaðu ikki at fanga hetta, og seta bóltin í eitt tómt íslendskt mál. Bára staðfestir, at tað vóru onkrar løtur har panikkur kom í føroysku spælararnar. Men hon slær fast, at tað er sera læruríkt at verða við í einari slíkari kapping.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Bára Krossteig Hansen segði við Trónd Arge á Rás2.