Børn og ung kunnu fáa heilaskaða av sjúku, falli, slagi ella vanlukku.
Í Danmark verða umleið 1000 børn og ung løgd inn á sjúkrahús um árið, tí heilin hevur verið fyri skaða.
Nøkur av hesum hava sjúkueyðkenni, sum ganga yvir, og síðan er tað onnur, ið hava fingið heilaskaða, sum fylgir teimum restina av lívinum.
Í Danmark eru tað millum 125 og 375 børn og ung um árið, sum hava tørv á endurmenning, meðan tey eru innløgd orsakað av skaðanum.
Avleiðingarnar av einum heilaskaða kunnu eisini vísa seg fleiri ár eftir, at skaðin er hendur, og tí verður eisini snakkað um, at børn kunnu veksa seg inn í heilaskaðan.
Hetta hevur við barnsins menning í lívinum at gera, og nær brúk er fyri ymisku pørtunum av heilanum, sum seinni kunnu vísa seg at hava fingið skaða.
Aftrat teimum umleið 1000 børnunum, sum á hvørjum ári verða løgd inn á sjúkrahús vegna heilaskaða, verður eitt enn størri tal rakt av heilaskjálvta.
- Danska sjúkrahúsverkið hevur ikki tøl fyri, hvussu mong børn og ung, sum fáa heilaskjálvta, fáa varandi mein av hesum, veit www.sosialstyrelsen.dk at siga.