Børn læra ongantíð ov nógv mál

- Tað er eingin ivi um, at tað hevur týdning at læra mál, nógv mál og fjølbroytt mál; eftir míni sannføring læra børn ongantíð ov nógv mál; tey kunnu læra óavmarkað, og tey kunnu læra tíðliga. Spurningurin er bara, hvussu vit skipa skúlan, soleiðis at børnini læra mál, heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið.

 

Nakað av kjakið hevur verið um málfrálæruna í fólkaskúlunum, serliga hvussu nógv fremmandamál føroysk skúlabørn skulu læra og nær tey skulu læra tey.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, heldur at málfrálæran hevur stóran týdning í fólkaskúlanum. Vit hava nøkur alment dannandi virði í okkara skúlaskipan, sum vit skulu ansa eftir ikki at gera okkum inn á, og tað er til dømis tað at læra mál, sigur hon.

 

Hon ivast í, um tað er rætt at noyða næmingar at læra eitt ávíst mál, men hon heldur, at skúlar væl kundu samstarva um at bjóða næmingunum ymisk mál.

-  Í staðin er kanska betri, at vit bjóða út fleiri mál, sum næmingarnir kunnu velja millum. Stendur tað á hjá onkrum skúla at skipa flokk við týskum ella øðrum máli, tí næmingagrundarlagið er so lítið, so kundu teir samstarvað við aðrar skúlar í økinum, so til ber at bjóða fleiri mál út, sigur hon.

 

Rigmor Dam heldur tó, at av tí at tað kann vera torført hjá einum 8. floks næmingi at síggja nyttuvirði í at læra mál, kann tað vera best, at næmingar verða vegleiddir eina ávísa leið kortini.

 

Les meiri her.