Bæði týsdagin og mikudagin var veðrið av tí allarbesta, og børn og vaksin leitaðu sær út í sólina at hita ella brúnka kroppin.
Tað eru ikki nógvir dagar um árið, at til ber at fara á »strondina« í Føroyum, men gjárdagurin og fyrradagurin vóru so tveir av teimum.
Nú var tað eisini so heppi, at grundlógardagur var í gjár, og tí høvdu nógv fólk frí hálvan dagin, og kundu tí við góðari samvitsku hugna sær uttandura.
Longu um 10-tíðina fyrrapartin sóust fólk í Sandágerði, og umleið hálvan annan tíma seinni var fitt av fólki á sandinum. Serliga børnini hugnaðu sær í ánni, sum rennur út á hav, og myndamaður okkara, Álvur Haraldsen, tók hesa myndina fyrrapartin í gjár.