Hetta seinasta árið hevur Havnin ikki fingið meiri enn ein triðing av øllum fólkavøkstrinum, sum hevur verið í Føroyum. Samstundis búseta tveir triðingar seg uttanfyri Havnina.
Tað sæst í nýggju tølunum hjá Hagstovuni.
Og tað er ein rættilig kollvelting, tí støðan hevur verið tann beint øvugta. Hesi seinastu árini hevur Havnin nevniliga fingið heilar tveir triðingar av øllum fólkavøkstrinum í landinum.
Í turrum tølum kann nevnast at hetta síðsta árið, frá august í fjør til august í ár, er fólkatalið í Føroyum vaksið 732 fólk og av teimum hava 233 fólk, ella 32 prosent, búsett seg í Havn.
Men árið frammanundan, frá 2015 til 2016, vaks fólkatalið 588 fólk, og tá var støðan beint øvugt, tí tá búsettust 386 fólk í Havn, ella heili 66 prosent.
Les eisini: Tað gongur ikki so skjótt í Havnini longur
Á Hagstovuni meta tey, at ein orsøk til, at lutfalsliga nógv færri fólk búsetast í Havnini nú, kann vera, at tað ómetaliga ringt at fáa ein bústað í Havnini, og harafturat er tað eisini ómetaliga dýrt.
– Havnin er kanska við at fyllast, og tað er ikki lætt at fáa nakað at búgva í. Tí taka fólk avleiðingarnar av tí og búseta seg heldur í økini rundanum Havnina at seta búgv, har tað bæði er lættari og bíligari, halda tey á Hagstovuni.
– Fólk vilja nokk helst búsetast í miðstaðarøkinum, men tá ið bústaðarneyðin er so stór, sum hon er, fara tey heldur út um Havnina at seta búgv.
Fólkatalið í Havnini er vaksið 1,2 prosent hetta seinasta árið og tað er bara í Suðuroy, at vøksturin er minni. Men í Vágum er tað vaksið 2,1 prosent og í Eysturoy er tað vaksið 1,9 prosent.