Nú skal bøtast um ferðslutrygdina á sera vandamiklum vegastrekki í Vágum Vegurin ígjøgnum bygdina í Miðvági hevur verið karmurin um nógvar sorgarleikir. Fleiri mannalív eru farin á hesum stutta vegastrekki, umframt at ein hópur av ferðsluóhappum eru hend á teininum. Men Sosialurin skrivar í dag, at nú verða munagóð titøk sett í verk fyri bøta um ferðslutrygdina á øllum strekkinum úr Sandavági heilt til Miðvágs
Í hesum sambandi verður nú ein ferðslutrygdarætlan gjørt, sum fevnir um vegin frá 50 kilometra sonumarkinum norðanfyri Sandavág og heilt til 80 kilometra somumarkið vestanfyri Miðvág. Tað merkir, at landsvegurin ímillum Sandavág og Miðvág er eisini umfataður av hesi ferðslutrygdarætlanini. Tað merkir eisini, at trygdarætlanin somuleiðis fer at fata um vegastrekkið við Skúlan í Giljanesi, so at eisini hann verður tryggari at ferðast á.
Tað eru Sandavágs Kommuna, Miðvágs Kommuna og Landsverk, ið samstarva um hesa trygdarætlanina og tilsamans er arbeiði, ið skal gerast, mett at kosta ímillum tvær og hálvatriðju millión.
Ætlanin er, at kostnaðurin fyri at seta ferðslutrygdarætlanina í verk, skal býtast javnt ímillum tær báðar kommunurnar og Landsverk.
Sosialurin skrivar, at í gjárkvøldið samtykti Bygdaráðið í Miðvági einmælt at seta 800.000 krónur av til ætlanina á fíggjarætlanini fyri næsta ár og at bygdaráðið í Sandavági samtykti tað sama mánakvøldið.
Høvuðsendamálið við ferðslutrygdarætlanini er sjálvsagt at tálma ferðina hjá bilunum, ið koyra ígjøgnum strekkið.