Bátastevna
Vágssluppin Johanna er ein av teimum fáu føroysku sluppunum, sum eru varðveittar. Hon er ein sannur dýrgripur hjá øllum landinum og hon er samstundis eitt av heimsins elstu seglskipum, sum enn eru siglingarfør- summi siga tað allarelstu.
Johanna er bygt í Rye í Stóra Bretlandi í 1884 og er sostatt 120 ár í ár.
Og vágbingar ætla ikki at lata føðingardagin fara stillisliga afturvið borðinum.
Leygardagin 25. september bjóða vágbingar øllum bátum í Føroyum suður til vágs á bátatevnu.
Hetta verður samstundis endabresturin á einum virknum føðingardagsári, har Johanna
rættiliga hevur gjørt vart við seg til gleði fyri stór og smá. Hon hevur, m.a, verðið Jóansøkutúr, í fjørðinum við børnum, undir Sumbiarbjørgunum, grilltúr í Tjaldavík, undir Stóru Dímun og sjórænaratúr á Vágsfirði. Og nú er hon júst afturkomin av stórari oljumessu í Stavanger.
Hóast Johannustevnan er leygardagin 25. september, verður tjóvstartað fríggjakvøldið við tónleikakafé í Stóra Pakkhúsi.
Leygardagin klokkan 13 er so ætlanin at bátarnir ymsastaðni frá skulu koma inn eftir Vágsfirði og har fara grindabátarnir í Vági skulu taka ímóti.
Klokkan 15 verða ymisk tiltøk. Eitt nú skal føroyameistarin í at egna finnast og somuleiðis føroyameistarin í at bøta slætt.
Klokkan 19 verður konsert í Vágs Kirkju, har grønlendska kórið Aavaat, syngur og klokkan 22 verður "Syngi við" á Garðabrúgv, samstundis sum Stóra Pakkhús er opið frá klokkan 21 til 01.
Og at enda verður so dansur í VB húsinum.
Sunnudagin klokkan 17 fer Durita Holm at halda fyrilestur í Stóra Pakkhúsi um ferðina kring Knøttin við Salku Valku og klokkan 17-20 eru sjósavnið og Stóra Pakkhús opin.
Fyrireikararnir siga, at leygardagin er ætlanin at bjóða manningunum á luttakandi bátunum okkurt til matna og tí er tað neyðugt at bátarnir melda seg til.
Tað kunnu teir gera á Kunningarstovuni í Vági, sum hevur nummar 374342, ella 284342. Tað ber eisini til við teldubrævi á: "infovag@post.olivant.fo".
Seinasta freist at melda til er mánadagin tann 20. september.