Bátaradio á FM1 leygardagin klokkan 11 til 15

Sum vant verður Vilmund D. Jacobsen tann fólksligi bátaradioreportarin hjá FM1

Í fjør var vælumtókta sendingin "Bátaradio" ongantíð á FM1. Korona rakti eisini bátastevnurnar hart í 2020.

Men nú lýsnar fyri stavn, og í morgin verður fólksligi bátaradioreportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen staddur á Skálafjørðinum í samband við Bátafestivalin sum er á Toftum hetta vikuskiftið.

Vilmund D. Jacobsen fer at fylgja bátafylgjinum allan vegin úr Skálafirði til Toftir, og fer hann at práta við bátafólk har.

Sent verður beinleiðis frá Bátafestivalinum millum klokkan 11 og 15 í morgin. 

Tá bátafylgið hevur lagt at á Toftum fer Vilmund D. Jacobsen at gera ymiskar samrøður á bátafestivalsøkinum. 

Fleiri av samrøðunum koma út á in.fo gjøgnum dagin.

Øll kunnu hoyra FM1 HER