Tónleikur
Skráin fyri Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum 13. og 14. apríl verður eitt bland av tí besta føroyska og spennandi útlendskum nøvnum, íslendsku Ampop, grønlendski Angu, svenska Molinder Band, norska Gran Island og føroysku Deja Vu eru longu váttaði, og nú avdúkar ame.fo enn tvey nøvn, talan er um føroyskan punk frá 200, og rapp/rokk við Die Dumme Dänen.
Bólkar við meiningum
200 hevur uppfunnið konseptið loysingarpunkur, ið onkur hevur lýst, sum politiskan punkrokk við Elvis vokali. Stutt sagt, 200 hevur sítt heilt egna ljóð. Hetta er tónleikur við sterkum meiningum. Sterkar meiningar eyðkennir eisini danska bólkin, Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við temaum sum rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast temaini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið 7 vikur á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjónbandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum og er hesa vikuna á fjórða plássi.
Nógv attityda
Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur blandaður við rappi og nógvari attitydu. Enn ein eginleiki, ið bólkurin hevur felags við 200.Die Dumme Dänen leggur dent á, at her er ikki talan um nakra nýskapan innan tónleik, men limirnir vilja heldur bjóða væl spældan gjøgnumførdan rokktónleik, sum virkar sum ein veggur av ljóði.
Búnaður Clemens
Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni.
Varpar ljós á føroyskan tónleik
Eitt av høvuðsendamálunum við AME er at varpa ljós á føroyskan tónleik, og vísa okkara bestu tónleikanøvn fram fyri tónleikaídnaðinum í øðrum londum. Við fløguni Graceland og framførslum á festivalum sum Roskilde, Spot og Iceland Airwaves, er 200 vorðið eitt tað føroyska navnið, ið hevur vakt størst ans uttanlands, tí er bólkurin eisini eitt upplagt navn á AME. Bólkurin vann Planet Awards fyri besta bólk í fjør, og var í ár í uppskoti til somu heiðursløn, umframt at vera í uppskotið til heiðurin ársins fløga hjá Dimmalætting.