B36 bragdliga byrjan

3. deild: Higartil hevur gongdin verið rættuliga jøvn burtursæð frá, at B36 er fremst og at skálamenn hava verið sørir. Hini átta liðini hava trý stig hvør

Skulu vit døma út frá teimum báðum fyrstu umførunum, so sær tað út til, at B36 rættuliga ætlar at gera bart.

Tey feløgini, sum hava lið í 1. og í 2. deild, hava vanliga havt ilt við at fáa spælarar at taka triðja liðið í álvara. Hetta hava tað verið fleiri dømi um. Í fjør endaði tað við, at HB flutti niður. KÍ var illa statt, men teir bjargaðu skinninum. Í ár hava klaksvíkingar vunnið stórt á heimavølli eina ferð, og so hava teir við manning, sum var illa fyri, tapt heilt stórt á Argjum.

Men hjá B36 hevur tað gingið undan. Teir skifta eitt sindur av fólki frá ferð til ferð, men higartil hava teir megnað at verið stúttir, m.a. tí teir hava fleiri royndar spælarar á liðnum og eisini ungar menn, sum orka hampuliga væl at renna.

Kanska var tað eitt sindur óvæntað, men sigurin var sannførandi, tá teir triðju bestu í B36 vunnu á teimum næstbestu hjá B68. Í fyrsta umfarinum hevði B36 vunnið heili 8?0 móti teimum næstbestu hjá ÍF, og tað var ikki minni óvæntað.

Fuglfirðingar vóru í 2. hálvleiki rættuliga sannførandi móti TB, og tvørámenn vunnu sannførandi á heimavølli móti vágbingum.

Vágbingar bastu sandoyingum 3?2. Millum málskjúttarnar hjá VB var Egil Steintórsson, sum í fjør var venjari hjá TB.

Sandoyingar vunnu 3?2 á AB, men tað var um reppið, at tað kiksaði. B71 var á odda 3?0, áðrenn AB skoraði fyrra málið. Tá støðan var 3?2, hevði AB brotsspark, sum teir misnýttu.

Argjamenn vóru teir fyrstu í ár, sum á heimavølli vunnu stórsigur á KÍ. Fleiri, sum spæla á Argjum, hava áður roynt seg í bestu deildini. T.d. Signar Johannesen, sum í fjør spældi á besta liðnum hjá B68, og Petur Ritter, sum í fjør var á liðnum hjá B71.

Vágamenn taptu í fyrsta umfarinum 4?1 á Svangaskarði. Í øðrum umfari vunnu teir 4?1 á skálamonnum. Skáli flutti í fyrraárið niður úr 2. deild. Og skulu vit meta út frá avrikunum tvær tær fyrstu ferðirnar í ár, so hava teir ikki enn fingið tak á tí.

Í Klaksvík kendu skálamenn sviðan av, at Aksel Johannesen, sum lesur á flatlondum, var heima í páskafrí. Hann skoraði fýra mál, áðrenn Fríðin Ziskason, sum venur í 1. deildarhópinum, setti síðsta seymin í.




1. umfar


2. páskadag ? 24. apríl


B68?FS Vágar 4?1 (3?1)

1?0: Bogi Petersen 10.

2?0: Hansmar Poulsen 13.

2?1: Hans P. Joensen br 27.

3?1: Jóannes Jakobsen 45.

4?1: Kristian Poulsen 77.


B36?ÍF 8?0 (4?0)

1?0: Regin Arge 10.

2?0: Vinjard Guttesen 26.

3?0: Tummas E. Hansen 35.

4?0: Tummas E. Hansen 45.

5?0: Vinjard Guttesen 49.

6?0: Dánial P. Johansen 65.

7?0: Dánial P. Johansen 70.

8?0: Dánial P. Johansen 80.


TB?VB 8?3 (3?1)

1?0: Jónfinn Mortensen 5.

2?0: Just Johannesen 10.

3?0: Kim Roest 20.

3?1: Hans A. Niclasen 35.

4?1: Magni Petersen 46.

5?1: Just Johannesen 55.

6?1: Niels G. Petersen 56.

6?2: Hans A. Niclasen 58.

7?2: Kaj Roest 65.

8?2: Just Johannesen 70.

8?3: Jón Gærdbo 72.


B71?AB 3?2 (2?0)

1?0: Kristoffur Vidtfeldt 30.

2?0: Páll á Reynatúgvu 39.

3?0: Kristoffur Vidtfeldt 65.

3?1: Svend Poulsen 70.

3?2: Signar Johannesen 75.


KÍ?Skáli 5?0 (0?0)

1?0: Aksel Johannesen 48.

2?0: Aksel Johannesen 56.

3?0: Aksel Johannesen 77.

4?0: Aksel Johannesen 80.

5?0: Fríðin Ziskason 84.


2. umfar


Sunnudagin 30. apríl


FS Vágar?Skáli 4?1 (0?0)

1?0: Petur Niclasen 55.

1?1: Bogi Gregersen 60.

2?1: Magnus Simonsen 79.

3?1: Magnus Simonsen 86.

4?1: Petur Niclasen 89.


B68?B36 1?4 (0?0)

0?1: Jan Hansen 53.

0?2: Hans E. Andreasen 56.

0?3: Regin Arge 80.

0?4: Vinjard Guttesen 86.

1?4: Hans Erik Danielsen 88.


ÍF?TB 6?1 (0?0)

1?0: Jákup Baldvinsson 48.

2?0: Rúni Jacobsen 54.

2?1: Niels G. Petersen 59.

3?1: Bárður Mortensen 80.

4?1: Jákup Baldvinsson 82.

5?1: Jákup H. Egholm 89.

6?1: Jákup Baldvinsson 90.


VB?B71 3?2 (2?0)

1?0: Egil Steintórsson 14.

2?0: Kári í Lágabø 19.

2?1: Eirikur Poulsen 55.

3?1: Kári í Lágabø 64.

3?2: Kristian Nielsen 72.


AB?KÍ 13?1 (3?0)

1?0: Bárður Johannesen 7.

2?0: Signar Johannesen 14.

3?0: Petur Ritter 34.

4?0: Svend Poulsen 52.

5?0: Signar Johannesen 63.

6?0: Jóannes Bæk 66.

7?0: Eyðun Dalsgarð 73.

8?0: Signar Johannesen 75.

8?1: Atli Jacobsen 80.

9?1: Heri Petersen 83.

10?1: Fróði Stenberg 85.

11?1: Oddbjørn Joensen 87.

12?1: Bárður Johannesen 89.

13?1: Signar Johannesen 89.



3. umfar


sunnudagin 7. mai


B36?FS Vágar

TB?B68

B71?ÍF

KÍ?VB

Skáli?AB