B36 er aftur á toppinum

Einastu liðini, sum vunnu í hesum umfarinum, vóru B36 og HB, sum eru á ávikavíst fyrsta og øðrum plássi

Við sannførandi 3-1 sigri í Gundadali á EB/Streymi hevur B36 í kvøld aftur lyft seg upp á tindin í Effo-deildini. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Serliga í 1. hálvleiki var B36 greitt omaná. Leiðslumálið skoraði heimaliðið beinanvegin eftir horna, og tað kom illa við hjá gestunum.

EB/Streymur var ikki serliga sannførandi í fyrra hálvleiki, tá ið B36 var sera væl upplagt. Heimaliðið hevði ógvuliga gott tak á tí. B36 spældi seg til fleiri góðar møguleikar, men René Tórgarð var stinnur í EB/Streyma málinum.

 

Eftir steðgin var spælbýtið meiri javnt. EB/Streymur legði sera ágangandi fyri, men kortini eydnaðist tað ikki gestunum at spæla seg til upplagdar møguleikar.

 

Høgni Midjord varð skiftur inn á B36 málið miðskeiðis í 2. hálvleiki, og hann átti sín lut í báðum málunum, sum fram ímóti dystarenda bar 3-0 leiðslu við sær.

 

Síðsta málið skoraði superveteranurin Egil á Bø, tá ið tíðin var um at vera farin.

 

3-1 heimasigurin í kvøld ber við sær, at B36 er topplið eftir 7. umfar:

 

7. umfar

Víkingur-ÍF 1-1 (1-1)

1-0: Bárður Hansen 7.

1-1: Karl Løkin 35.

 

 

NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Henry Heinesen 26.

1-1: Debes Danielsen 90.+3.

 

 

B68-Skála 0-0

 

 

B36-EB/Streymur 3-1 (1-0)

1-0: sjálvmál

2-0: Adeshina Lawal

3-0: Jákup á Borg

3-1: Egil á Borg

 

 

AB-HB 0-3 (0-1)

0-1: Fróði Benjaminsen 20.

0-2: Kristin R. Mouritsen 55.

0-3: Tróndur Jensen 90.+3.

 

 

Støðan

B36 17

HB 15

KÍ 13

NSÍ 11

ÍF 10

EB/Streymur 9

Víkingur 7

B68 5

AB 4

Skála 3

 

 

 

8. umfar

9. mai

Víkingur-NSÍ

11. mai

KÍ-B36

B68-HB

Skála-ÍF

EB/Streymur-AB

 

 

 

LIÐUGT

3-1

 

Marni Djurhuus hevur sæð gult.

 

90) 3-1: Egil á Bø

B36 liðið hevði ikki fingið armarnar niður aftur, so lá bólturin í málinum aftanfyri Tórð Thomsen. Superveteranurin Egil á Bø var meistari fyri málinum.

 

90) 3-0: Jákup á Borg 89.

Tað er við maner, at B36 tekur toppin aftur. Hesa ferð var tað eftir fínt uppspæl, har Høgni Midjord, Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal vóru við. Jákup á Borg var púra leysur, tá ið hann smekkaði bóltin upp í nettakið.

 

 

88) 2-0

Tað er B36, sum pressar.

Adeshina Lawal og Gunnar Zachariasen hava sæð gult.

 

85) 2-0

Innskifti Høgni Midjord hjá B36 er sera eyðsýndur. Hann átti uppleggið til 2-0 málið, og lítla løtu spældi hann Róald Midjord leysan, men úr góðari støðu sendi miðvallarin upp um málið.

 

EB/Streymur hevur flutt Egil á Bø fram í álopið.

 

82) 2-0: Adeshina Lawal 81.

Eftir innlegg frá innskifta Høgna Midjord setir Aseshina Lawal bóltin í málið. Harvið hevur B36 tikið stórt stig fram ímóti at verja oddasessin, sum liðið hevur havt.

 

77) 1-0

Luftin kennist vera farin eitt sindur úr EB/Streymi, sum nú roynir við einari útskifting aftrat. Gunnar Zachariasen er komin á vøllin í staðin fyri Leif Niclasen.

Nýggi B36 miðverjin Andrias Eriksen vísir sera sannførandi spæl.

 

73) 1-0

Pól Jóhannus Justinussen var akkurát ov stuttur at stýra bóltin í málið eftir innlegg.

 

 

70) 1-0

At gestirnir í alt størri mun leggja dent á álopspartin ber við sær møguleika fyri, at sera fótfimu framrættaðu heimamenninir eisini koma í góðar støður. 

Klæmint Matras er komin á vøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson.

 

66) 1-0

Nú hevur EB/Streymur yvirtikið. Síðstu løtuna hava tað eftir tvey hornaspørk verið spentar støður í B36 brotsteiginum.

 

63) 1-0

B36 heldur tørn um leiðsluna. Heimaliðið var væl betri undan steðginum, men nú er spælbýtið javnt.

 

 

60) 1-0 

Rasmus Dan Sørensen farin av vøllinum, og í hansara stað er Høgni Midjord komin inn á B36 miðvøllin.

Rasmus Dan Sørensen sá gult á veg út av vøllinum.

 

57) 1-0

Rógvi E. Nielsen hevur avloyst Høgna Madsen. Rógvi er nú vongverji í vinstru, Jónas er vongverji í høgru, og Gert Hansen er sentralur miðvallari.

Endilga hevur Arnbjørn Hansen verið upp á spæl. Eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen var um reppið, at Arnbjørn fekk skot á bóltin.

 

53) 1-0

B36 hevur aftur verið tætt við, men royndin varð blokerað. EB/Streymur er væl meiri ágangandi enn undan steðginum.

 

50) 1-0

Ongar skiftingar eru gjørdar. Nú hevur EB/Streymur lotið undan – kanska er tað minni nú, enn tað var í 1. hálvleiki – og EB/Streymur hevur verið meiri í álopi fyrstu løtuna eftir steðgin, enn teir vóru í 1. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Ransin N. Djurhuus hevur bríkslað fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki. B36 er frammanfyri 1-0, og tað skulu teir í EB/Streymi vera glaðir fyri. B36 hevur havt eina røð av málmøguleikum, og B36 hevur havt væl betri tak á spælinum.

 

Nú verður upplýst úr Gundadali, at málið var sjálvmál. Gert Hansen stýrdi hornasparksinnlegginum frá Alex Mellemgaard í málið.

 

40) 1-0

Tað skal nógv venda øðrvísi um ein tíma, enn tað hevur gjørt higartil í Gundadali í dag. B36 er greitt omaná. Heimaliðið er væl upplagt, tað gongur væl í smáspælinum, og tað er broddur í, tá ið Adeshina Lawal, Jákup á Borg og hinir hvítu fara í álop.

 

35) 1-0

EB/Streymur spælið er ikki so flótandi, sum tað ofta hevur verið. Arnbjørn Hansen er enn ongantíð í dag spældur leysur.

 

 

30) 1-0

Tað er tómgongd í Gundadali.

 

25) 1-0

B36 er framvegis ágangandi. EB/Streymur hevur sera ilt við at fáa álopsspæl í lag. Fríska lotið darvar teimum.

 

20) 1-0

Síðstu løtuna hevur talan fyri tað mesta verið um tómgongd.

 

 

15) 1-0

Serliga í deyðbóltsstøðunum verður nógv lagt fyri. Leikferðin er høg, og samanspælið riggar væl hjá báðum pørtum.

Adeshina Lawal var púra leysur, men tá ið hann var komin inn um brotsteigarmarkið, rakk Egil á Bø honum og taklaði bóltin út til horna.

Lotið er frískt, og B36 hevur vindin undan.

 

 

 

10) 1-0

Tað er lívligt í Gundadali. Bæði liðini hava havt góðar royndir, og leikferðin er høg.

 

 

5) 1-0: sjálvmál 1.

B36 hevur lagt bragdliga fyri. Vongverjin í vinstru Alex Mellemgaard sendi horna úr høgru innfyri, og EB/Streyma liðformaðurin Gert Hansen var so óheppin at stýra bóltin í málið.

 

 

Bæði liðini eru fram ímóti fullmannað. Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali. Tað er eitt lítið lot, og tað sirmar.

 

B36-EB/Streymur kl. 17.15

Dómari: Ransin N. Djurhuus

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard –  Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg, Adeshina Lawal, Rasmus Dan Sørensen

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónas Tór Næs,– Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen