B36 fór við øllum úr Hólmanum

1. deild: Gilli Samuelsen staðfesti 3-1 sigurin, tá ið EB/Streymur spenti álopsbogan í roynd at javna

Símun Joensen er venjari og Allan Tungá hjálparvenjari hjá næstbesta B36 liðnum, sum í dag vann 3-1 í Hólmanum á Eiði

Tá ið teir næstbestu hjá B36 í vár vóru við Margáir, vann heimaliðið 2-0.

 

Í dag vóru teir í EB/Streymir aftur vertir, men í dag var dysturin í Hólmanum á Eiði.

 

B36 vann 3-1 eftir í fyrra hálvleiki at hava verið frammanfyri 2-0.

 

Verjukiks hjá heimaliðnum bar við sær, at B36 setti hol á. Eliesar Johannesen spældi fram til Villiam Klein, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt dygst innanfyri stólpan.

 

Tað var longu í sætta minutti. Tveir minuttir undan steðginum økti B36 um munin til 2-0. Málskjútti var Rasmus Dan Sørensen, sum við fínum frísparki eitt vet til høgru og dygst uttanfyri brotsteigin sendi bóltin omanfyri manngarðin og í málið aftanfyri Fayo Kruse, sum í dag vardi málið hjá EB/Streymi.

 

Eftir steðgin var heimaliðið mest í álopsstøðu, meðan gestirnir vardu og dúvaðu upp á møguleikan at fara í skjótt mótálop.

 

Ragnar B. Danielsen hevði risamøguleika at minka um munin, men hann sendi úr góðari støðu bóltin omanfyri málið. Jákup Hummeland minkaði um munin, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Hans Pauli Samuelsen legði innfyri úr vinstru, og Jákup sendi við høvdinum bóltin í málið.

 

So spenti heimaliðið álopsbogan, men tað var B36, sum staðfesti sigurin. Málskjútti var Gilli Samuelsen, sum var leysur, eftir at innskifti Rani í Soylu hevði spælt hann leysan.

 

B36 lyfti seg við sigrinum fram á sjeynda plássið við 15 stigum, og EB/Streymur er á áttanda plássi við 13 stigum.

 

Um eina viku fær B36 vitjan av FC Suðuroy, og fríggjakvøldið fær EB/Streymur vitjan av HB.

 

Símun Joensen er venjari og Allan Tungá hjálparvenjari hjá næstbesta B36 liðnum, sum í dag vann 3-1 í Hólmanum á Eiði