Fýra ferðir høvdu dómararnir reyða kortið á lofti, tá sjeynda umfar í fótbóltslandskappingini varð spælt sunnudagin.
Birgir Sondum vísti stutt fyri hálvleik Mikkjali Danielsen hjá FS Vágum reyða kortið eftir ógvusligt fríspark ímóti Jan Dam hjá HB, Allan Mørkøre hjá KÍ fekk í Gøtu reytt kort stutt fyri leiklok, tá hann fyri aðru ferð fekk gula kortið, og í Gundadali vórðu Eyðun Kjærbo hjá VB og Tomislav Sivic hjá B36 sendir undir brúsuna, tá tað bara restaði ein lítil løta, og støðan var 4-0 til B36.
Eyðun Kjærbo varð útvístur, tí hann fyri aðru ferð í sama dysti fekk gult kort, meðan Niklas á Líðarenda vísti Sivic av vøllinum fyri eftir lítlari løtu at hava gjørt seg inn á tveir vágbingar.
Mannagongdin
Tá dómarin hevur reyða kortið á lofti, skal hann skrivliga boða Fótbóltssambandinum frá, hví hann hevur givið reytt kort, og so tekur kappingarnevndin støðu til, hvør sektin skal vera.
Oftast er talan um avgreiðsluspurning, tí ásetingarnar viðvíkjandi gulum og reyðum kortum eru so greiðar, men viðhvørt er talan um serlig mál, har mett verður, at leikbannið skal vera longri, enn tað vanliga er, og í slíkum førum fáa feløgini søkina til ummælis, áðrenn endaliga avgerðin um sekt verður tikin.
Tá kappingarnevndin hevur tikið sína avgerð í slíkum førum, hava feløgini møguleika at senda málið innfyri dómsnevndina, sum síðani tekur støðu.
Long leikbann
Mikkjal Danielsen og Eyðun Kjærbo fáa neyvan leikbann, sum eru longri, enn tað er fyriskrivað í ásetingunum, meðan tað er ógvuliga sannlíkt, at Tomislav Sivic og Allan Mørkøre longu hava fingið summarfrí frá landskappingini, og skulu vit meta út frá royndunum undanfarin ár, so kundi tað hent, at teir heldur ikki sleppa at spæla so nógv eftir summarfrítíðina.
Allan Mørkøre fór í holt við dómaran, Oddmar Andreasen, tá hann hevði fingið seinna gula og harvið reyða kortið. Tað stóðst eingin skaði av, men vanliga verður tað sektað harðliga, um dómarin bara verður hóttur.
Uttan iva hevur onkur av vágbingunum provokerað fyrrverandi VB venjaran Tomislav Sivic, sum hevndi seg so dyggiliga og so lítið ítróttarliga, at alt talar fyri, at hann verður ódrúgvur á vøllinum og kanska eisini á beinkinum í nógv umfør. Klappurin tóktist fara rættiliga niðurfyri hjá B36 venjaranum, sum fyrst slerdi ein mótstøðumann, og so stútaði móti andlitinum á einum øðrum.
Tað var eyðsýnt, at hann visti, hvat hann hevði gjørt, tí hann var á veg út av vøllinum, áðrenn dómarin fekk reyða kortið upp úr lummanum.
Beint ímóti
felagsandanum
Kristian á Neystabø er formaður í B36, og hann ásannar, at atburðurin hjá spælandi venjaranum var skitin plettur á umdømið hjá felagnum, og at hetta kastaði svartan skugga á væl uppiborna sigurin ímóti vágbingum:
Hetta kom stak illa við. Maðurin verður sektaður av FSF eftir tí, sum er ásett í reglunum, og tað mugu vit sjálvsagt taka til eftirtektar, men fyri mær og okkum telur hetta meiri enn so, sigur formaðurin, og so útgreinar hann:
Vit hava í mong ár havt stórt ungdómsarbeiði, og vit hava gjørt nógv fyri at ala fram rætta andan og hugburðin í teimum ungu, bæði tá tey eru á vøllinum, tá tey ferðast, og tá tey eru í felagshúsinum. Tá tey so síggja okkara fremsta venjara bera seg soleiðis at, so sigur tað seg sjálvt, at tað er sum at fáa ein frammaná.
Men fær hetta aðrar fylgjur fyri venjaran enn tær, sum Fótbóltssambandið ásetur?
Tað fær tað, men eg dugi ikki at siga nú, hvørjar tær verða. Eg kann siga so mikið, at venjarin fær eina ávarðing frá okkum. Um eg so má siga, so fær hann gula kortið, men eg tori eisini at siga, at hann fær ikki reyða kortið. Men hvussu vit loysa hetta, mugu vit tosa um innanhýsis, áðrenn vit fara í fjølmiðlarnar við tí. Men at hetta er ómetaliga óheppið, tað skal eingin ivi vera um, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36.
Onkur hevur nevnt, at tað er ov stór ábyrgd hjá venjaranum bæði at vera ein av berandi kreftunum inni á vøllinum og at hava ábyrgdina av beinkinum, men tað hevur formaðurin onga viðmerking til.
Í venjingarlegu
Formaðurin heldur annars, at hetta var ein óheppin byrjan uppá vikuna, sum teir skulu spæla fyrsta Intertoto dystin í.
Men nú mugu vit royna at fáa sum frægast burturúr. Vit spæla á Svangaskarði nú leygardagin, og so verður ein rúgva av uppgávum. Síðsti dysturin í Intertoto Cup verður í Grikkalandi leygardagin 15. juli. Vit fara úr Føroyum 9. juli, og tá vit hava spælt, steðga vit har niðri í eina viku. Ætlanin er at liggja í venjingarlegu, har vit fara at fyrireika okkum til stóru avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman í landskappingini. Okkara høvuðsmál er at vinna fyrsta meistaraheitið síðani 1962, og tað fara vit at fyrireika okkum so væl til, sum tað ber til.
Nú má nevndin gera av, hvussu vit takla hatta, sum hendi sunnudagin, og so mugu vit arbeiða við, at tað ikki oyðileggur nakað fyri felagið. At foreldur og viðhaldsfólk eru hørm um, at venjarin bar seg soleiðis at, tað skilji eg væl, og eg vil enn eina ferð undirstrikað, at hatta er avgjørt ikki nakað, sum vit í nevndini brýggja okkum um, sigur B36 formaðurin.
jh