Tað hevur verið greitt, at B36 skuldi hava nýggjan álopsspælara, eftir at norski Torgeir Børven er farin til hús, og nú hevur B36 funnið nýggjan álopsspælara.
Felagið skrivar soleiðis:
19 ára gamli danski álopsspælarin William Rygaard hevur seinastu tvey árini verið sáttmálabundin í AGF. Hann er kraftmikil spælari við stórum menningarmøguleikanum, sum eisini er vanur at skjóta mál.
Nú er hann komin til Føroya og B36 at taka næsta stigið á yrkisleiðini.
- Eg eri spentur at fara undir nýggjan kapittul í B36. Tá felagið greiddi mær frá sínum ætlanum fyri framtíðina og meg sum spælara, so kendist hetta beinanvegin sum eitt rætt stig at taka. Eg eri vísur í, at eg fari at menna meg nógv í Gundadali, og eg gleði meg at fara ígongd, sigur hann.
William Rygaard er næsti spælarin, sum er komin inn í besta manshópin í summarsteðginum. Herfyri vendi Pætur Petersen aftur til B36 úr Hillerød, meðan Torgeir Børven hevur takkað fyri seg. Í august fer Tobias Elmelund Hansen eisini av landinum í lestrarørindum, og hann fer sostatt ikki at spæla fyri B36 eftir summarsteðgin.
Avtalan millum B36 og Rygaard er í fyrsta umfari galdandi fyri hetta kappingarárið.











