Vitjandi úr Noreg royndu føroyskt ferðavinnutilboð

- Tey vitjandi í Eysturkommunu royndu tey ferðavinnutilboð, sum eru í kommununi og gjørdu eftirmetingar fyri hvørt staðið

Vitjandi úr Henning í Noregi vórðu fyri stuttum bjóðað vælkomin í Eysturkommunu.

 

- Til júst hesa vitjanina hevði bæði ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og starvsfólk í umsitingini brúkt nógva tíð uppá at fyrireika seg.

 

Í Eysturkommunu verður sagt, at fólkini úr Noregi, sum vóru 10 í tali, vitjaðu í samband við ferðavinnuverkætlanina, sum er ein 3-ára verkætlan, stuðlað av bæði NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) og Eysturkommunu.

 

- Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at varpa ljós á, at tað er samfelagið hjá okkum við øllum, ið har býr – fólkum, søgu og mentan - sum er ferðavinnutilboðið í Eysturkommunu.

 

Lagt verður aftrat, at tey vitjandi í Eysturkommunu royndu tey ferðavinnutilboð, sum eru í kommununi og gjørdu eftirmetingar fyri hvørt staðið.

 

- Eftirmetingarnar vóru sum heild sera jaligar, og øll luttakandi sóu ein menningarmøguleika fyri ferðavinnuna i Eysturkommuna. Tí heldur verkætlanin eisini fram við góðum treysti.

 

##med2##

 

Í Eysturkommunu takka tey øllum, sum vóru og eru ein partur av ferðavinnuætlanini fyri kommununa.

 

Tey luttakandi vóru: AP bussar, Báta- og Listasavnið, Benjamin Gøte, Blásastova, Jón Rói Høgnesen, Lávusarhús, Lodge house, Navirnar, Norðfra, Primafisk, Samson Nesá, Uptur, Varmakeldugarðurin og Visit homes.

 

Á heimasíðuni - www.eysturkommuna.fo - síggjast fleiri myndir frá norsku vitjanini.

 

##med3##

 

##med4##