Eftir at Hørður Askham fekk reytt kort í stórsteypadystinum ímóti Víkingi sunnudagin er greitt, at B36 má gera eina broyting í verjupartinum. Í fyrireikingunum til kappingarárið hevur B36, eins og í kappingarárinum í fjør, havt hann spælandi undir liðini á Odmari Færø í miðverjuni.
Ein møguleiki hevur verið, at Andrias Eriksen, sum áður hevur roynst væl í B36-miðverjuni, kundi loysa Hørð av. Hann hevur tó spælt flest allar venjingardystirnar á miðvøllinum, har hann hevur tikið við leiklutinum hjá Klæminti Matras, sum nú hevur lagt fótbóltsskógvarnar á hillina.
Mest upplagdi møguleikin í løtuni er tann, at Robert Heðin Brockie byrjar í miðverjuni. 22 ára gamli verjuleikarin var fastur fúsur í miðverjuni hjá B36 kappingarárið 2013, og eftir at hann var burturstaddur í fjør eru nú sannlíkindi fyri, at hann fær comeback og byrjar inni ímóti EB/Streymi sunnudagin.