Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á ovara vølli í Gundadali, har setningurin hjá B36 er at vinna sær gott útgangsstøði undan ólavsøkuferðini suður til San Marino.
Tað er rættiligt summarveður í Gundadali, og uppstillingin hjá B36 bendir á, at Dan Brimsvík og hansara menn ætla at spenna álopsbogan fyri at dyrgja eftir trivaligari leiðslu, áðrenn farið verður suður í hitan kring Miðalhavið.
Brian Jakobsen, sum leingi hevur verið darvaður av skaða, er í kvøld fremsti maður, og millum teir á beinkinum eru miðverjin Lukass S. Enevoldsen, sum við síðsta brotssparkinum fyri einari viku síðani sendi B36 í nýtt umfar í Conference League, og nýggi álopsspælarin Rasmus Rheidar Nissen er eisini á beinkinum. Hann var ikki á spælaralistanum fyri einari viku síðani.
Miðvallarin Magnus Holm Jacobsen sá stutt undan hálvleiki fyri viku síðani gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið. Tí er hann leikbannaður í kvøld.
B36 liðið er soleiðis mannað: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Michal Przybylski, Brian Jakobsen
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Hans Jørgensen, Andreas H. Eriksen, Lukas S. Enevoldsen, Rasmus Reihdar Nissen, Benjamin Heinesen, Jógvan Kárason Gullfoss, Carl Mikkelsen, Ragnar Samuelsen, Martin Agnarsson
Venjari: Dan Brimsvík
Dómarabólkurin er úr Portugal: António Nobre, Pedro Martins, Pedro Almeida og André Narciso (4. dómari)