Mánakvøldið klokkan 19 skal B36 á Svangaskarði royna at venda 4-1 tapinum í Jerusalem til samlaðan sigur í fyrra innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini.
Og teir í B36 halda seg hava alla orsøk til at rokna við einum góðum úrsliti:
? Eftir dystin har niðri søgdu tíðindamenn seg vera bilsnar yvir, at okkara spældu so væl, og sjálvur haldi eg, at tað gekk sera væl hjá okkara monnum. Men skulu vit vinna mánakvøldið og kanska hava møguleika at koma víðari, so skulu vit fyri tað fyrsta gera betri nýtslu úr møguleikunum, sum vit fáa, og harafturat ikki lata teir fáa so bílig mál, sum teir fingu fyrru ferðina.
Hetta sigur Kjartan Mohr, kassameistari í B36, sum roknar við nógvum viðhaldsfólki mánakvøldið.
Mistøkini í Jerusalem vórðu gjørd innanfyri fyrstu tíggju minuttirnar, tá heimaliðið kom á odda 2-0, og so skoraðu teir til 3-0 í yvirtíðini av 1. hálvleiki.
Bæði í 1. og í 2. hálvleiki hevði B36 nógvar møguleikar: Ronnie Samuelsen sendi í samankomingina, tá korter var farið, John Petersen hevði bæði í 1. og 2. hálvleiki næskar royndir, m.a. tá málverjin spældi bóltin út til hansara, og fyri føroyingarnar kendist tað sum lagnuløta, tá griski dómarin á hálva tímanum tagdi. Jákup á Borg fór einsamallur móti málinum og varð kliptur niður ein metur uttanfyri brotsteigin. B36 menninir mettu støðuna til reytt kort, og so hevði tað kanska sæð øðrvísi út.
Tomislav Sivic var hangandi álopsmaður. Hann spældi væl, og hann var óheppin tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá hann sendi í stólpan.
Hitastigini vóru 30 í tali, men tað tóktist sum um nógva venjingin í jugoslaviska hitanum gjørdi, at B36 menninir vóru við alla tíðina.
Á B36 liðnum vóru: Egin Høgnesen ? Jákup á Borg (Jan Guttesen, 46.), Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson, Minoslav Milenkovic - Mikkjal Thomassen, Rógvi Larsen (Áki Mørk, 78.), Ronnie Samuelsen, Tomislav Sivic ? John Petersen.
Carl Høgnesen varð skaddur í fótinum undir venjingarleguni í Jugoslavia, men teir rokna við, at hann verður klárur mánakvøldið. Jan Guttesen hevði eisini havt ein lítlan skaða, men tað bilti ikki, tá hann kom inn í 2. hálvleiki.