Tað eru heilt ymiskar fyritreytir hjá HB og B68, sum í kvøld hittast í Gundadali.
Í HB eru nógvir spælarar at velja ímillum, og har eru eingi leikbann og eingir skaddir spælarar.
Í gjárkvøldi varð boðað frá, at André Olsen eisini tvey tey næstu árini verður HB venjari.
Fyrsta royndin eftir fráboðanina um nýggja sáttmálan verður í kvøld ímóti barndómsfelagnum hjá André Olsen.
Meðan André hevur allar sínar menn at velja ímillum, so sær tað ikki so væl út hjá B68. Fróði Benjaminsen er venjari, og tað var fínt úrslit, tá ið tað sunnukvøldið endaði 3-3 ímóti KÍ. Tá kostaðu kortini trý leikbann í kvøld.
Vongverjin Fríði í Túni Petersen sá beinleiðis reytt kort og er leikbannaður.
Álopsspælarin Jóhan Josephsen skoraði tvey mál ímóti KÍ. Hann sá gula kortið, og tað kostar leikbann í kvøld, og miðverjin og liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen sá gula kortið ímóti KÍ og er leikbannaður.
HB er á triðja plássi við 55 stigum, og B68 er á sætta plássi við 24 stigum.
HB – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30.